Politikkur snýr seg ikki um aldur

- Politikkur snýr seg ikki um aldur, men um, hvussu virkisfúsur tú er. Í fjør valdu klaksvíkingar eitt nýtt og ungt stýri, og tað er ein álitisváttan, sigur Jógvan Skorheim, sum næsta mánaðin situr sum borgarstjóri í Klaksvík

- Tað er ein stór ábyrgd. Men eg fari sjálvsagt ikki at taka nakra eina stóra og kollveltandi avgerð. Mín ábyrgd verður at loysa átrokandi mál.

Hann tuskar aftan á bóltinum í skúlagarðinum. Hann gevur seg fult út, og luttekur fegin. Hann er glaður fyri vinmenninar, skúlan og fótbóltin. Men hóast hann hevur evnini, er fremsta áhugamál hansara eitt heilt annað. Eitt áhugamál, hann sum 12 ára gamal stendur rímiliga einsamallur við í skúlagarðinum. Sjálvstýrisflokkinum. Politikki.

Hann er nú 27 ára gamal. Hann hevur ikki meira enn eitt hálvt ár á baki sum býráðspolitikkari, men næsta mánaðin skal hann sita í borgarstjórasessinum í Klaksvík. Navnið er Jógvan Skorheim.


Væl móttikin

Jógvan Skorheim, sum var einasti nývaldi á sjálvstýrislistanum á seinasta kommunuvali, er varaborgarstjóri í býráðsmeirilutanum í Klaksvík. Næsta mánaðin verður hansara uppgáva í býráðnum heldur øðrvísi, tí hann loysir Gunvá við Keldu, sum er farin í summarfrí, av sum borgarstjóri.

- Fólk hava tikið væl ímóti mær. Tað hevur verið nógv viðurskifti, sum eg havi skulað sett meg inn í, men øll hava víst tolsemi. Eg veit, at summir klaksvíkingar halda, at eg eri ov ungur til starvið. Men tað hefti eg meg ikki við. Politikkur snýr seg ikki um aldur, men um, hvussu virkisfúsur tú er. Í fjør valdu klaksvíkingar eitt nýtt og ungt stýri, og tað er ein álitisváttan, greiðir Jógvan Skorheim frá.

Hvørjir fyrimunir og vansar eru við at vera kommunalpolitikkari sum 27 ára gamal?

- Eg síggi tað bæði sum ein fyrimun og ein vansa, at eg eri óroyndur. Tað kann verða ein forðing at vita ov nógv og hugsa um alt, men tað er sanniliga eisini ein vansi, at tú ikki veit nóg væl, sigur Jógvan Skorheim.

Í býráðshøpi er Jógvan Skorheim eisini formaður í mentanarnevndini, næstformaður í fíggjarnevndini og limur í teknisku nevnd.


Altíð Sjálvstýrisflokkurin

Tað hevur ongantíð verið talan um, at Jógvan Skorheim skuldi umboða aðrar flokkar enn Sjálvstýrisflokkin í politikki. Pápin var sjálvstýrismaður, og tað er eisini haðani, at virkandi borgarstjórin í Klaksvík fekk áhuga fyri politikki.

- Eg havi altíð stuðlað sjónarmiðunum hjá flokkinum. Sum fólkaskúlanæmingur lurtaði eg altíð eftir útsagnunum hjá politikarunum. Eg havi eisini sitið sum formaður í Unga Sjálvstýri síðan 2004, og tað hevur verið sera mennandi fyri meg. Tað er stuttligt at gera mun, sigur Jógvan Skorheim.

Virkandi borgarstjórin í Klaksvík er 27 ára gamal og útbúgvin sølumaður. Hann varð nývaldur á sjálvstýrislistanum við 135 persónligum atkvøðum á kommunuvalinum í fjør. Jógvan Skorheim stillaði eisini upp fyri fimm árum síðan, men tær 65 atkvøðurnar rukku ikki til ein býráðssess.



Royndir úr Afrika

Um aldarskiftið var Jógvan Skorheim á bíbliuskúla í níggju mánaðir í Sambia, sum liggur í Afrika. Í september fer hann aftur at vitja á skúlanum. Klaksvíkingurin var fyrsti næmingurin uttan fyri Afrika á skúlanum, og nú skúlin fer at hátíðarhalda sín 25 ára føðingardag, er hann boðin til Sambia sum gestarøðari.

- Tað var ein sera mennandi tíð. Eg eri av tí áskoðan, at allar hendingar eru við til at menna teg sum persón. At eg fekk møguleikan at hitta fólk, sum hava heilt onnur virðir, hevur eisini hjálpt mær í politiska arbeiðinum, sigur Jógvan Skorheim.

Tá varaborgarstjórin í Klaksvík ikki hugsar um mentanarhús, røktarheim og fólkavøkstur, er hann føroyskur umboðsmaður hjá íslendska sápumerkinum Undri.


Hugsar ikki ov langt

Jógvan Skorheim hevur eftir fáum mánaðum gjørt vart við seg sum býráðspolitikkari. Hann var ein av undangongumonnunum í málinum um barnafrádrátt, sum klaksvíkingar hava verið sera fegnir um.

- Eg hevði ikki væntað, at tað fór at ganga so skjótt. Men eg setti mær fyri, at um eg skuldi royna meg sum politikkara, so varð tað heilhjartað. Og tað havi eg sanniliga gjørt. Eg var heppin at fáa eina lyklastøðu, og nú siti eg her, sigur Jógvan Skorheim, sum ikki hevur hugsað stórvegis um framtíðina.

- Hvussu tað verður við landspolitikki havi eg ikki tikið støðu til. Í løtuni er mín uppgáva fyrst og fremst at verða við til at stýra Klaksvík, staðfestir Jógvan Skorheim.


Klaksvík skal vaksa

Eitt av aðalmálunum, sum Jógvan Skorheim stríðist fyri, er at vaksa um fólkatalið í Klaksvík. Tað hevur staðið í stað seinastu fýra ár. Varaborgarstjórin vónar, at tilboðini til klaksvíkingar við tónleikaframførslum, sjónleiki og listaframsýningum fer at bøta um støðuna.

- Tað eru fleiri klaksvíkingar, sum fara uttanlands at útbúgva seg. Tað er frálíkt. Men trupulleikin er, at vit ikki síggja úrslitið aftur í Klaksvík. Tey velja heldur at verða verandi, ella fara í miðstaðarøkið. Tað er ein stórur trupulleiki. Vit mugu hava neyðugu tilboðini til tey, og vit eru byrjað við nýggja Mentanarhúsinum, sum verður tikið í nýstlu í næstum.

Kommunurnar í Norðoyggjum og kommunur í Eysturoy hava nevnt møguleikan fyri kommunusamanlegging tvørtur um Leirvíksfjørð. Er tað soleiðis tú ætlar at vaksa um fólkatalið?

- Eg taki undir við tí áskoðanini. Tað er umráðandi, at vit gerast fleiri, so vit kunnu mennast í felag. Fíggjarliga støðan er so smátt farin at batna, men hetta sæst ikki aftur í fólkatalinum, sigur Jógvan Skorheim.

Fólkatalið í Klaksvík hevur staðið í stað seinastu fýra árini. Tað búgva beint undir 5.000 fólk í býnum.


Skorheim fer at mynda Klaksvík

- Jógvan Skorheim er ein fryntligur og gløggur ungur maður, sum setur sær høg mál og strembar eftir at náa teimum.

Tað sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sum bara hevur rósandi orð at bera varaborgarstjóranum í Klaksvík, Jógvani Skorheim.

- Hann er heiðurligur og trúfastur, og hevur hóast sín unga aldur drúgvar politiskar royndir sum formaður í Unga Sjálvstýri. Hann hevur sínar avgjørdu meiningar, er avgjørdur og óttast ikki at ganga móti streyminum, sigur Kári P. Højgaard.

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum undrast ikki á frálíku politisku úrslitini, sum Jógvan Skorheim longu hevur at vísa á.

- At hann gjørdist varaborgastjóri, varð fyrst og fremst grundað á valúrslitið, har Sjálvstýrisflokkurin fekk eina lyklastøðu. At Jógvan Skorheim megnaði at fáa fleiri tungar sessir afturat varaborgarastjórasessinum, eitt nú sum formaður í Mentanarnevndini, prógvar, at væl varð telvað. Jógvan Skorheim hevur við síni politisku ávirkan fingið ein týdningarmiklan leiklut, har hann í stóran mun kann verða við til at mynda framtíðar býráðspolitikkin í næststørsta býi føroyinga. Tað undrar meg ikki, at Jógvan Skorheim hevur nátt tindarnar í býráðspolitikki, og eg vænti, at hann fer at roynast væl sum kommunalpolitikkari og varaborgarstjóri í Klaksvík hetta valskeiði. Stórar avbjóðingar standa honum fyri framman, greiðir Kári P. Højgaard frá.

Er Jógvan Skorheim eitt nýtt stjørnuskot í føroyskum politikki?

- Tað fer tíðin at vísa. Men nógv talar fyri, at hann kann verða tað. Sum hjá fleiri løgtingslimum, vil arbeiði í kommunalpolitikki uttan iva verða lopfjølin til landspolitiska pallin. Um tú skal gera teg galdandi og verða valdur í Løgtingið, er neyðugt at prógva, hvat tú stendur fyri og hvør tú er, nú Føroyar er eitt valdømi, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, og ynskir Jógvan Skorheim og býráðnum í Klaksvík góða eydnu og hepna hond restina av valskeiðnum.