Til fólkatingsvalið var flokkurin á politiskari sjálvmorðskós, og nú løgtingsval er skrivað út, so halda hesi fólkini fram á somu politisku sjálvmorðskós, har ein talar í eyst og hin í vest. Formaðurin boðaði frá, at hann leggur frá sær, men nú tykist hann ikki hava hug til tað kortini.
Mikukvøldið varð faldari borin í hvørt hús. Helst er talan um ein gamlan faldara, tey hava havt liggjandi, tí har eru fólk í, sum ikki eru valevni longur, og har manglar hon, sum má metast sum høvuðsvalevni hjá flokkinum, Kristianna Winther Poulsen, sum á fólkatingsvalinum stillaði upp fyri fyrstu ferð.
Tað hevur sært fólk í flokkinum, at Kári á Rógvi í Kringvarpinum lætst sum um, at tey nú vóru so samd í flokkinum, at tey kundu senda út ein faldara – saman. So nógv hevur hetta sært eitt nú Rúnu Sivertsen, at hon hevur sent út tíðindaskriv, har hon enn einaferð mótmælir leiðslu floksins.
Tað ljóðar, at hon hevur meldað seg úr flokkinum, og at hon ikki hevur játtað endaliga uppstilling. Men hetta vil hon ikki vátta. Hinvegin hevur Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður og formaður floksins, sum alt lívið hevur verið sjálvstýrismaður, meldað seg úr, tí hann vil ikki kennast við tað, tey fáast við í flokkinum.
Vit hava fyrr nevnt allar flokshoppararnar sum orsøk til hugsjónarliga stríðið í flokkinum. Har eru fráfallin javnaðarfólk og fólkafloksfólk sum skulu sameina síni vinstra og høgra og sjálvstýris og sambandssjónarmið við »stig-fyri-stig« sjálvstýrispolitikkin – og tá kann hugsjónin kámast.
Men flokkurin hevur eina vón fyri at yvirliva, og hon er Kristianna Winther Poulsen. Hon kann geva flokkinum ein nýggjan profil – og kanska vinna somu støðu, sum Margrethe Vestager hevur megnað í donskum politikki. Og so er Kristianna eisini av góðum sjálvstýrisbergi brotin!
Kárarnir og flokshoppararnir hava í øllum førum spælt fallit. Við teimum fer gamla Sjálvstýri í søguna, eins og í 1943 og í 1945 – og tá verður tungt at lyfta arvin aftur.