Politiski fylgibólkurin við umboðum úr øllum flokkum hevur trúliga fylgt arbeiðnum hjá embætisfólkunum úr Fiskimálaráðnum. Hesin partur skuldi, sambært arbeiðssetninginum, tryggja ”eina politiska tilgongd, har týdningarmiklir spurningar verða viðgjørdir í politiska fylgibólkinum.”
Men uppritið frá landsstýrisfundinum mándagin var ikki meira enn komið almenninginum í hendi, tá andstøðupolitikarar í fylgibólkinum vendu tí bakið. Fyrstur var formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum beinanvegin gjørdi greitt, at hansara flokkur tekur ikki undir við tí leisti, ið landsstýrismaðurin leggur sambært uppritinum. Aksel V. Johannesen segði seg snøgt sagt ikki kenna politikkin aftur. Somuleiðis hava eisini Tjóðveldi og Framsókn víst sína ónøgd.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, so gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen greitt í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann kundi heldur ikki taka undir við pørtum av uppritinum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur fleiri ferðir sagt, at lógarverkið undir fiskivinnunýskipanini verður lagt fyri løgtingið áðrenn síðsta framløgudag, sum er ein av fyrstu døgunum í mars. Málsetningurin er framvegis at finna eina breiða, politiska semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin.