Pólland hevur biðið um at aktivera grein 4 hjá NATO um fund.
Tað segði pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, í morgun, sambært Reuters.
Grein fýra er tann sonevnda samráðingargongdin, sum loyvir sameindum at fáa trygdarmál á dagsskránna hjá Norðuratlantiska ráðnum.
Grein fýra ljóðar:
- Luttakararnir fara at ráðføra seg hvør við annan, tá ið onkur teirra heldur, at økisrætturin, politiska sjálvstøðan ella trygdin hjá nøkrum av luttakarunum er hótt.
Tusk upplýsti eisini, at 19 brot á pólska loftrúmið vórðu skrásett í nátt.
Fýra dronur verða hildnar at vera skotnar niður, segði hann, og greiddi frá, at fleiri dronur verða hildnar at hava flogið inn úr hvítarussiskum øki.
/Ritzau/