- Týskvøldið 16. september var tað sum sild í tunnu í Hólmahúsinum á Eiði, har Eiðis skúli skipaði fyri tiltakinum “Saman um krabbamein". Tiltakið byrjaði klokkan 18, men longu áðrenn hetta var lang bíðirøð uttanfyri.
Soleiðis skrivar Martin Kristoffur Kristiansen á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu í dag.
- Komin innar í Hólmahúsið var møguligt at keypa sær grýturætt, sum næmingar í skúlanum høvdu gjørt, og grýturætturin var vælumtóktur millum fjøldina, sum nú sessaðist at eta og práta sínamillum.
##med2##
Martin Kristoffur Kristiansen greiðir frá, at eftir eina løtu tók Tom Joensen, skúlastjóri, orðið, har hann greiddi frá tiltakinum og helt fyri, at hetta fór helst at geva eina góða upphædd til landsinnsavningina hjá Krabbameinsfelagnum, sum hetta tiltak var ein liður í.
- Klokkan 19 var tónleikur á skránni við Magnusi á Stongum og Hans Olivuri Joensen. Umframt hendan tónleikin, var eisini felagssangur á skránni. Talan var um eitt sera væl frágingið tiltak, ið óiva fer at gera mun í landsinnsavningini, sum verður hin 26. oktober, verður lagt aftrat.
##med3##
##med4##