Fyri smáum trimum vikum síðani setti formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, fram grovar ákærur móti reiðaranum á Suðringi, Marner Lisberg, har hann samanlíknaði viðferðina av tveimum portugisum við mafia-metodur at lokka gleðisgentur til vesturheimin.
Jan Højgaard vildi vera við, at portugisarnir ikki høvdu fingið eitt oyra í hýru, og ikki fyrr enn Fiskimannafelagið kom upp í leikin, fingu menninir nakrar fáar krónur, men als ikki nóg mikið at rinda fyri ferðina heimaf qwertytur.
Hesum vísti reiðarin á Suðringi, Marner Lisberg tó aftur, men hann heldur framvegis, at málið hongur í leysum lofti, og at fólk hava eina fatan av, at hann ikki hevur hildið sínar skyldur móti portugisarunum.
Eg tími ikki at hava slíkt hangandi oman yvir mær, og tí leggi eg fram alment peningaflytingarnar til teir báðar portugisarnar, so fólk kunnu síggja, at tað er ikki hald í ákærunum hjá Jan Højgaard móti mær, sigur Marner Lisberg.
Reiðarin sigur, at hann hevði gjørt avtalu við portugisarnar um eina mánaðarliga hýru á 1.500 evrur til útgjaldingar, og tá skuldi reiðaríið rinda skattin. Sum sæst á kvittanunum hava portugisarnir fingið hesar pengar, annan mánaðan sum bankaflyting og hin í hondina, so sum kvittanirnar vísa.
Tá slík úttalilsi koma frá formanninum í Fiskimannafelagnum, so kemur tað mær í ringt orð, og tí er tað so harmiligt, at slíkar ákærur bara verða slongdar út, uttan at hald er í teimum, sigur Marner Lisberg.
Kvittanirnar, sum Marner Lisberg leggur sum prógv, vísa, at teir báðir portugisarnir hava fingið ta hýru, sum teir sambært reiðaranum høvdu gjørt avtalu um framman undan.
Teir hava í veruleikanum fingið fyri tveir mánaðir, hóast teir bara vóru við skipinum í góðan mánað, so teir hava als einki at kæra um, sigur Marner Lisberg, reiðari.