Post Danmark ætlar at steingja øll posthús

Tíðin er farin frá gomlu posthúsunum ikki bara í Føroyum, men eisini í Danmark. Um fá ár skulu allir danir avgreiða postin í sølumiðstøðum, eisini í størru býunum. Hetta sigur Jørgen Fischer, stjóri í Post Danmark.

- Vit hava gjørt posthúsini til posthandlar í smærru býunum, og nú eiga størru býirnir tørn, sigur hann.

Posthúsini eru stongd í býum sum Køge og Holbæk í síðstuni og somuleiðis í Slagelse, Næstved og Vordingborg.

Tað loysir seg ikki longur at halda posthúsini opin. Men fólk skulu ikki harmast so nógv um tað, heldur posthússtjórin.

- Vit steingja ongantíð eitt posthús, uttan at tað letur upp aftur sum posthandil eina aðrastaðni. Og har er aloftast longur opið eisini. Nógvastaðni ber til at fara eftir pakkum sunnudag, sigur Jørgen Fischer við sn.dk.