FÓLKAKIRKJAN
- Eg vónaði at fáa starvið, men eg hevði ikki væntað tað.
Magnus Brahé Jørgensen hevði hugsað, at tað helst ikki fór at verða lætt at fáa prestaembæti, tá ein var somikið tilkomin, sum hann er. Men Magnus er maðurin, sum kirkjuráðini hava valt skal vera nýggjur prestur í Norðoya vestara prestagjaldi, og hann fegnast um tað nýggja starvið. Eftir at hava arbeitt sum postboð í meira enn tjúgu ár, hevði hann í dag sín seinasta arbeiðsdag í hesum starvi.
Eftir nýggjár er tað ein annar boðskapur, sum skal berast út til fólk.
Tann 53 ára gamli guðfrøðingurin byrjaði longu sum ungur at lesa at teologi. Í 1990 tók hann lesturin upp aftur. Á jóansøku í fjør varð hann liðugur, og byrjaði á Pastoralseminariinnum í Keypmannahavn, har hann nam sær kunnleika um sálarrøkt, at prædika o.o. praktisk viðurskifti í prestagerninginum.
- Allir prestar, sum eg havi tosað við, siga, at teimum hava dámt prestastarvið, hóast tað eisini hava verið tungar løtur, sigur Magnus, tá hann verður spurdur, um hann altíð hevur ætlað at verið prestur.
Magnus hevur verið sjálvlesandi, og hetta hevur stundum verið strævið. Eitt er at hava arbeiði við síðuna av lestrinum, annað er ikki at vera í lestrarumhvørvinum og meta seg eftir, hvussu hini lesandi eru fyri. M.a. er tann hebraiska mállæran tiltikin fyri at vera torfør at læra, men Magnus mintist væl tað hebraiska frá lestrartíðini í ungdómsárunum, so “tað gekk”, sum hann lítillátin málber seg.
Hann hevur tó verið niðri í Danmark av og á til fyrilestrar o.a., har hann hevur búð hjá skyldfólki hjá konuni, og hetta er hann sera takksamur fyri, sigur Magnus og nevnir, hvussu torført tað er at fáa kollegiikamar í Keypmannahavn.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skrivað ritgerð um kirkjusøgu
Høvuðsáhugin hjá Magnusi í tí guðfrøðiliga lestrinum er tó kirkjusøga, sum hann eisini skrivaði serrit um. Magnus søkti, um tað ikki bar til at skriva serritið á føroyskum, og tað varð játtað honum. Kirkjusøgan fyllir so nógv hjá Magnusi, at vísindaliga hevur hann eisini velt upp úr nýggjum við at hava skrivað eitt handrit um føroyska kirkjusøgu heilt aftur til víkingatíðina.
- Føroysk kirkjusøga er nakað heilt serstakt. Í fyrstuni var kirkjan norsk, men síðani kom hon undir ta donsku, greiðir Magnus frá. Gjøgnum tíðina eru árin frá ortodoksum, pietistiskum rákum saman við heimamissión komin hendanvegin. Harafturat komu plymouth-brøðurnir til Føroya og onkrar minni rørslur. Hann metir, at tann føroyska kirkjan í dag er merkt av pietismu, og at hetta kemur til sjóndar bæði hjá prestum og frómleikanum hjá kirkjufólkinum.
Magnus hevur sjálvur savnað nógv av upprunatilfarinum, umframt at hann sjálvandi hevur brúkt tær keldur, ið funnust frammanundan. m.a. doktararitgerðirnar hjá Gerhardi Hansen og Peturi Martin Rasmussen.
Hetta hevur Magnus gjørt við at hava gjørt samrøður við fólk í ymiskum samkomum og savnað tilfar á annan hátt, og er hetta tí eitt slag av pionerarbeiði, hann hevur gjørt. Men at tað hevur verið tíðarkrevjandi bæði at hava arbeitt sum postboð, lisið guðfrøði og skrivað dylur hann ikki fyri.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Liberalur prestur
Fyri ta føroysku kirkjuna standa nýggjar avbjóðingar fyri framman. M.a. eru ætlanir um, at føroyingar sjálvir skulu yvirtaka hana á ólavsøku næsta ár. Spurdur, hvat hann heldur um hetta, heldur Magnus, at eftir hansara tykki eigur tann føroyska kirkjan mest møguligt at halda fram í somu traditión sum higartil.
- Tað skal vera vítt til veggja og høgt til loftið, og vit skulu virða hvør annan, sigur Magnus, ið metir seg vera ein liberalan prest. M.a. er hann fyri, at kvinnur kunnu vera prestar.
- Vit eru øll skapt í Guðs mynd, sigur Magnus og nevnir Mariu Magdalenu, og at kvinnurnar vóru tær fyrstu, sum boðaðu, at Jesus var upprisin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Havnarmaður í Klaksvík
Hóast Magnus er havnarmaður, so er hann tó ikki heilt ókendur í Klaksvík. Kona hansara er haðani, so har hava tey verið javnan.
Hann metir kortini, at tað kann vera ein fyrimunur fyri hann ikki at vera úr tí staðnum, hann skal vera prestur, og sum Magnus sjálvur sigur, so ætlar hann at vera opin, og hann hevur heldur einki ímóti at samstarva við onnur – eisini aðrar samkomur, um tær ynskja tað.
Nýggi presturin er somuleiðis spentur upp á at byrja í Christianskirkjuna, sum hann heldur vera sera vakra, men leggur samstundis dent á, at hann eisini fer at gera nógv við at vitja smábygdirnar.
Áðrenn Magnus fekk starvið var hann til royndarprædiku fyri kirkjuráðunum, og síðani var hann til samrøðu. Sjálvur sigur hann, at hann ætlar sær at vera kirkjuligur, sum hann tekur til, og at vera nærlagdur í sínum prædikum. Harafturat heldur hann, at kirkjan kann hýsa mentanarligum tiltøkum sum t.d. konsertum og fyrilestrum. Men hetta skal tó alt vera í samstarvi við kirkjuráðini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nógvar royndir
At Magnus hevur arbeitt ein stóran part av lívinum metir hann sum ein fyrimun, av tí at ein sum tilkomin hevur lívsroyndir og arbeiðsroyndir. Umframt at vera komin í samband við nógv fólk sum postboð, hevur hann eisini verið klokkari í Havnar kirkju síðan 1998.
- Hesar royndirnar eru óvurderligar, sigur Magnus og heldur at samstarvið í Dómkirkjuni hevur verið gott, fólkini fitt og fyrimyndarlig og at samstarvið er farið fram í einum góðum, kristnum anda, sum hann málber seg.
Magnus hevur somuleiðis alt gott at bera sínum starvsfeløgum gjøgnum árini á posthúsinum, og hann letur væl at sømdunum, hann hevur fingið haðani. Hann nevnir eisini, at á posthúsinum hava tey havt mangt kjakið, eisini um teologisk evni, men hóast tey ikki altíð hava verið samd, so hava tey altíð virt hvør annan. Hann roknar við, at umskiftið verður stórt, nú hann ikki longur skal bera post út. Millum ár og dag hevur hann bæði koyrt bil, skutara og gingið við posti í Havn, Kaldbak og á Velbastað, og mangan hevur útsýnið til náttúruna í góðum veðri verið vakurt á hesum rutum, greiðir Magnus frá.
Nú gongur Magnus nýggjar leiðir, og um hálvan januar verður hann nýggjur prestur í Klaksvík, har hann skal búgva í prestagarðinum á Ziskatrøð.
MYNDATEKSTUR
Magnus Brahé Jørgensen verður prestvígdur og innsettur sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi 14. januar. Vígslan og innsetingin fara fram í Christianskirkjuni við guðstænastu, sum byrjar kl. 11.00. Hans J. Joensen, bispur, stendur fyri vígsluni, og Bjarni Bæk, dómpróstur, stendur fyri innsetingini. Við starvinum er tænastubúðstaður, nevniliga prestagarðurin á Prestvegi í Klaksvík. Prestagarðurin, sum júst er umvældur, er bygdur í 1928. 7 umsóknir vóru til starvið í Norðoya vestara prestagjaldi, sum umfatar kirkjusóknirnar Klaksvík, Árnafjørð, Kunoy, Húsar og Mikladal. Tveir prestar eru í prestagjaldinum.
Norðoyggjar vóru til 1934 eitt prestagjald við einum presti, sum búði í Ónagerði á Viðareiði. Í 1928 varð búfastur kappelánur settur í starv í Klaksvík. Í 1934 varð Norðoya vestara prestagjald skipað. Í byrjanini var bert ein prestur, men síðani 1948 hava teir verið tveir. Báðir prestarnir búgva í Klaksvík.
Mynd: Jens Kr. Vang