Vinnumálaráðið hevur sett Jan Danielsen sum formann fyri nýggja partafelagið, sum ætlanin er skal reka postvirksemi í Føroyum. Afturat honum eru Ben Arabo og Brynhild Setberg vald í nevndina.
Stjóri í felagnum er Bergur í Garði, sum eisini er postverksstjóri í løtuni.
Felagið eitur P/F Postverk Føroya.