Poul Jacob Poulsen borgarstjóri í Kunoy

Samstarv er skipað millum báðar listarnar, sum stillaðu upp til valið, soleiðis at borgarstjórin er valdur á lista A og varaborgarstjórin er valdur á lista B.

 

Á fundi í vikuni hevur nývalda kommunustýrið í Kunoyar kommunu, sum fevnir um Kunoy og Haraldsund, skipað seg. Tað er fyrst valdi á lista A, Poul Jacob Poulsen, sum verður borgarstjóri - og Gunnhild Dahl Niclasen, ið varð fyrst vald á lista B, sum verður varaborgarstjóri.

Tveir listar vóru uppstillaðir til kommunuvalið í Kunoy. Listi A fekk trý umboð, og listi B fekk tvey umboð. Tey, sum fingu flestar atkvøður í Kunoy, vóru Poul Jacob Poulsen (19), Gunnhild Dahl Niclasen (18), Jóhannes Christian Sofus Hansen (17) og Rasmus Magnusson (16).

Í Kunoyar kommunu hava tey býtt nevndarsessirnar soleiðis: SEV (Gunnhild Dahl Niclasen), IRF (Kristian Johannesen), Norðoya Fornminnisavn (Gunnhild Dahl Niclasen), Skattakærunevndin (Hans Pauli Purkhús), Skúlastýrið (Poul Jacob Poulsen), NBH (Poul Jacob Poulsen) og Tilbúgvingarnevndin (Poul Jacob Poulsen).

##med2##