Vinir, kenningar, blaðhaldarar og stevnuluttakarar ígjøgnum ein heilan mansaldur, steðgaðu á og hugsaðu um mannin, sum ótroyttiliga hevur talað og skrivað um sínar innastu andaligu sannføringar, vunnar ígjøgnum eitt inniligt og langt lív saman við Gudi og eini opnari bíbliu. Hesa løtuna rann mangt og hvat í hugan hjá vinum og kenningum, sum mangan hava sitið undir vektini av hansara prædikum, bornar fram við væl valdum orðum og væl formuleraðum setningum, ella lisið hansara greinar, skrivaðar við einum leikandi løttum penni – tað var sum at drekka av eini leskiligari keldu.
Tað vóru tey, sum vóru á hugssjónarligari bylgjulongd við honum og tað vóru eisini tey, sum ikki vóru tað, men hann hevði orðið í síni makt, bæði tá hann talaði og tá hann skrivaði, so fólkið í báðum leirum lósu tað hann skrivaði ella lurtaðu eftir honum við stórum áhuga, ikki minst tá hann úttrykti seg um kristna tíðarrákið, soleiðis sum hann upplivdi tað.
Læs løgfrøði
Poul Madsen læs løgfrøði í sínum ungu døgum og hevði eina lovandi og glitrandi framtíð sum embætismaður í donsku umsitingini, við møguleikum fyri eini góðari karrieru. Tá karrieruleiðin var upp á tað besta, kom hann at standa yvirfyri avbjóðingini at fylgja Guds kalli ella sínum egna kalli. Hann valdi tað fyrra ímóti øllum menniskjansligum logikki. Eitt val, sum mangir av hansara embætisfeløgum als ikki skiltu, men sum mong, bæði í Danmark, Føroyum og í øðrum londum, komu at njóta stóra andaliga signing av ígjøgnum alt hansara langa lív sum prædikumaður, bíbliulærari og rithøvundur.
Tað var hetta hann halgaði sítt unga og evnaríka lív til, at tala alt ráð Guds til alt Guds fólk og til allar sínar donsku landsmenn. Guds orð setti hansara hjarta í brand, og hann brendi fyri Guds orði.
Blaðstjórin
Í 1947, 31 ára gamal, fór hann undir kristiliga blaðútgávu. Hann gav blaðnum navnið “Mod Målet,” og tað kann ikki sigast annað enn, at hann hevur miðvist stevnt ímóti málinum, tí blaðið er komið út hvønn mánað í meira enn seksti ár. “Mod Målet” varð hansara andaligi leikpallur, har hann oysti av sínum andaliga ríkidømi, so sum dagligar andaktir, undirvísti í blandaðum bíbilskum evnum, og viðgjørdi aktuel samfelagslig viðurskifti, bæði politisk og kirkjulig. Hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann við penni ella talu kom til orðanna um aktuella tíðarrákið. Hóast ein ikki altið var á einum máli við honum í øllum ella ikki altið skilti hansara sjónarmið, so mugu vit kortini sanna, at her var ein vísmaður Guds, sum ótroyttiliga hevur staðið á vaktini og blást í basúnina, bæði til ávaring og til tænastu. Eftirtíðin fer óivað at geva honum rætt í nógvum, sum tíðin í dag ikki skilti.
Hann var framvegis virkin bæði við penninum og í talu, tí í januar/februar blaðnum tekur hann soleiðis til: “Som enhver læser forstår, agter jeg fortsat at udgive dette blad. Men om jeg kan gennemføre det året igennem, ved jeg ikke. En vis træthed lægger en dæmper på mig..........Man kan mindre, når man kommer op i årene, men det behøver ikki at være ensbetydende med, at man udretter mindre.”
Hann megnaði ikki at gjøgnumføra blaðið í inniverandi ári, men legði pennin frá sær fyri seinastu ferð, tá árið var hálvrunnið. Tað liggur ein stórur littererur arvur eftir Poul Madsen, sum vit øll hava møguleika at njóta gott av í dag.
Hitti mannin persónliga
Undirritaði minnist væl fyrstu ferð hann hitti Poul Madsen persónliga. Hetta var á vári í 1970 saman við Brynleifi Hansen, sála. Vóru í Keypmannahavn í samband við føroysk møtir í Merkur-Teatrinum, sum Brynleif hevði tikið stig til. Brynleif ynskti at heilsa upp á Poul Madsen og bjóðaði undirritaða at vera við. Hann hevði skrivstovu í miðbýnum í Keypmannahavn, í eini síðugøtu inn frá Gothersgade, oman ímóti Kongens Nytorv. Eg var spentur upp á at møta manninum, sum eg hevði hoyrt so nógv um, og sum eg hevði lisið so nógv av, men eg var samstundis eitt sindur nervøsur.
Tignarligur og blíður
Minnist væl hvussu tignarligan eg helt mannin vera. Minnist eisini hvussu skrivstovan sá út, sýntist í mínum eygum at hava nakað fínt og hátíðarligt yvir sær, sum var ein hóskandi ramma um hendan tignarliga mannin. Hann var blíður og fyrikomnadi og spurdi hvør hesin ungi maðurin var. Tað gjørdi stórliga inntrykk á meg, tá hann, áðrenn vit skiltust, fyrislóg eina bønarløtu. Bróður hansara, Ole Madsen og Rino Lange vóru eisini har. Vit boygdu okkara knø inni á skrivstovuni. Vit bóðu allir. Hetta var fyrstu ferð eg bað eina bøn á fremmandum tungumáli og eg kendi hesa løtuna sum ein persónligan andaligan sigur – eg hevði møtt einum av teimum stóru monnunum í mínum lívi.
Hug at koma til Føroyar
Seinastu ferð undirritaði var saman við Poul Madsen var til eina jarðarferð í Suður Jyllandi, ikki langt frá Sønderborg. Hetta var stutt eftir, at hann hevði havt sín 90 ára føðingardag. Komu at sita saman undir ervinum. Prátið varð um Føroyar. Hann var so mikið byrgur um hetta mundi, at sjálvur var hann til reiðar at fara til Føroyar at tala Guds orð, tí, sum hann segði mær, at hann hevði fingið eina innbjóðing frá vinfólkum í Føroyum, at um hann setti seg føran fyri tí, so var hann meira enn vælkomin. Túrurin varð ikki gjøgnumførdur.
Jarðarferðin
Poul Madsen og konan, Birgitte, búðu mong ár á Langeland, men fyri 5 árum síðani fluttu tey til Stenløse á Sællandi. Hann doyði í heimi sínum í Stenløse, mikumorgunin 1. juli. Jarðarferðin var leygardagin 11. juli frá Stenløse Kirke. Øssur Berghamar, sum var til jarðarferðina, sigur, at sonur Poul, Axel, hevði prædikuna, har hann lýsti pápa sín, sum einans ein sonur kann gera tað. Nógv fólk hevði leitað sær til Stenløse hendan leygardagin. Kirkjan kundi ikki rúma øllum, so fleiri stóðu uttanfyri. Ervið varð hildið í einum hølum knýtt til kirkjuna. Sum vanligt er í donskum ervum, so varð sungið og nógvar heilsanir vórðu bornar fram.
Kyndilin berast víðari
Poul Madsen kemur ikki aftur til Føroyar. Hann stígur ikki aftur á ein talarastól, hann tekur ikki pennin aftur í hond, og hann kemur ikki aftur at seta seg í blaðstjórastólin á blaðnum “Mod Målet.” Røddin og pennurin eru tagnaði. Hann var lýðin, tá Harrin kallaði á hann, og hann hevur arbeitt meðni dagur var. Nú er tað teirra uppgáva, sum eftir eru at føra kyndilin víðari. “Ein kappi er fallin millum fólk Harrans,” sigur Øssur Berghamar á heimasíðuni hjá Kristnastovu.
Gud signi minni eftir prædikumannin og rithøvundan Poul Madsen.
Poul Jóhan Djurhuus