Prædikan verður fyrireikað í Múla

Ólavsøkuprædikan í ár verður fyrireikað í Múla. Hans Eiler Hammer, prestur, luttekur saman við familju síni í útvarpstiltakinum hjá studio Pegasus, ið inniber, at tríggjar familjur skulu búleikast saman á primitivan hátt í eina viku í útdeyðu bygdini


 

Prædikan í dómkirkjuni ólavsøkudag í ár verður helst merkt av, hvussu tað er at liva á primitivan hátt tætt upp at náttúruni og uttan samskifti við umheimin.

Presturin, sum skal halda ólavsøkuprædikuna, luttekur nevniliga í løtuni saman við familiju síni og tveimum øðrum pørum í Robinson líknandi tiltakinum hjá Studio Pegasus, um at lívbjarga sær í útdeyðu bygdini, Múla, í eina viku. Uppihaldið í Múla skal síðani sendast sum útvarpssending í Útvarpi Føroya í vetur.


Tættari skapanarvekinum

? Vit komu til Múla í gjár og skulu vera her í eina viku. Vit liva á primitivan hátt og skulu sjálv fáa allan mat til vega. Um eina løtu skal eg út at fiska døgurða, og annars mjølka vit og taka egg frá hønunum. Hetta er ein nógv ørðvísi gerandisdagur, og eg rokni við, at hann kemur at merkja ólavsøkuprædikuna hjá mær, sigur Hans Eiler Hammer, prestur, í fartelefonini úr Múla.

Hans Eiler Hammer hevur annars ikki loyvi til at samskifta við umheimin. Fyrsta boð í Múla er nevniliga »Tú mást ikki hava fartelefon«. Men tað eydnaðist kortini Sosialinum umvegis fyrireikararnar av tiltakinum at fáa orðið á prestin.

? Eg havi enn ikki hugsað so nógv um ólavsøkuprædikuna. Men eg rokni við, at eg fari at fáa íblástur higani. Vit, sum eru við í hesum tiltakinum, liva so tætt upp at náttúruni. Tað ger, at vit læra at hugsa um hini, bæði fólk og kríartúr. Og tað, rokni eg við, kann geva íbástur til prædikuna, sigur Hans Eiler Hammer.


Ítróttin skal við

Men tað verða kortini ikki bert upplivingarnar í Múla, ið koma at merkja ólavsøkuprædikuna. Hans Eiler Hammer sigur, at hann longu hevur gjørt av, at ítróttin skal fáa eitt sindur av plássi í ólavsøkuprædikuni.

? Ólavsøkan er ítróttarstevna burturav, og tí skal pláss eisini vera fyri ítróttini í prædikuni ? í hvussu er innleiðingsvís. Men í hvussu stóran mun, veit eg ikki, fyrr enn eg seti meg at skriva, sigur Hans Eiler Hammer.

Bundnað evnið til ólavsøkuprædikuna í ár er úr Matteus, og snýr seg um at taka upp krossin og fylgja Jesusi. Og tilfar til hetta roknar Hans Eiler Hammer at finna í uppihaldinum í Múla.

? Sum eg segði, liva vit ógvuliga tætt at skapanarverkinum. Og vit læra at liva tætt saman við fólkum, vit ikki hava hitt fyrr. Tað er óvguliga uppbyggjandi, og tað gongur fínt, sigur Hans Eiler Hammer.

Sóknarpresturin í Klaksvík sigur, at konan og hann høvdu ætla sær at halda eina ørðvísi summarferiu í ár, og tá tey sóu lýsingina eftir fólki til útvarpstiltakið, vóru tey beinan vegin samd um at seta seg við telduna at skriva ein teldupost, um at tey høvdu hug at vera við.

Beint eftir, at Sosialurin í gjár tosaði við Hans Eiler Hammer, skuldi hann út at fiska døgurða til øll 13 fólkini, sum eru við í tiltakinum.

? Hetta er stuttligt. Nú verður tað veruligt fiskarí í staðin fyri mannafiskarí, segði Hans Eiler Hammer, sóknarprestur, skemtandi.