Premier League hevur í dag boðað frá, at seks fólk frá trimum feløgum hava Covid-19 koronasmittuna. Teir seks fólkini eru ónevnd og talan kann verða um spælarar ella fólk, sum er knýtt at hópinum. Talan er um samanlagt seks fólk frá trimum Pemier League feløgum.
Tey skulu øll í sóttarhald í eina viku fyribils. Síðani verða tey testaði aftur og er testin tá negativ, so sleppa tey útaftur. Premier League hevur testað 748 spælarar og hjálparfólk hjá feløgunum í Premier League.
Í løtuni verður arbeitt ímót at byrjar aftur í Premier League 12. juni. Síðani skulu 92 dystir spælast í einum tíðarskeiði upp á sjey vikur. Kappingin verður avgreidd uttan áskoðarar, men fleiri miðlar skriva at arbeitt verður við at gera sjónvarpsavtalur, so øll kunnu síggja dystirnar. Eitt nú at tey, sum hava keypt atgongumerki, sleppa at síggja dystirnar ókeypis í sjónvarpinum.
Tað eru níggju umfør eftir av Premier League. Tó hava Manchester City, Sheffield United, Arsenal og Aston Villa tíggju dystir eftir.
1 | Liverpool | 29 | 27 | 1 | 1 | 66:21 | 82 |
2 | Man City | 28 | 18 | 3 | 7 | 68:31 | 57 |
3 | Leicester | 29 | 16 | 5 | 8 | 58:28 | 53 |
4 | Chelsea | 29 | 14 | 6 | 9 | 51:39 | 48 |
5 | Man Utd | 29 | 12 | 9 | 8 | 44:30 | 45 |
6 | Wolves | 29 | 10 | 13 | 6 | 41:34 | 43 |
7 | Sheffield Utd | 28 | 11 | 10 | 7 | 30:25 | 43 |
8 | Tottenham | 29 | 11 | 8 | 10 | 47:40 | 41 |
9 | Arsenal | 28 | 9 | 13 | 6 | 40:36 | 40 |
10 | Burnley | 29 | 11 | 6 | 12 | 34:40 | 39 |
11 | Crystal Palace | 29 | 10 | 9 | 10 | 26:32 | 39 |
12 | Everton | 29 | 10 | 7 | 12 | 37:46 | 37 |
13 | Newcastle | 29 | 9 | 8 | 12 | 25:41 | 35 |
14 | Southampton | 29 | 10 | 4 | 15 | 35:52 | 34 |
15 | Brighton | 29 | 6 | 11 | 12 | 32:40 | 29 |
16 | West Ham | 29 | 7 | 6 | 16 | 35:50 | 27 |
17 | Watford | 29 | 6 | 9 | 14 | 27:44 | 27 |
18 | Bournemouth | 29 | 7 | 6 | 16 | 29:47 | 27 |
19 | Aston Villa | 28 | 7 | 4 | 17 | 34:56 | 25 |
20 | Norwich | 29 | 5 | 6 | 18 | 25:52 | 21 |