Prestur heldur fyrilestur um gott lív

Mikukvøldið fer Kristine Stricker Hestbech at halda fyrilestur á Sunda Bókasavni Á Sunda Bókasavni skipa tey javnan fyri ymsum og mikukvøldið er enn eitt forvitnisligt tiltak á skránni.

Klokkan 19 mikukvøldið fer Kristine Stricker Hestbech, prestur í Havn, at halda fyrilestur um evnið, ið hon kallar ?tráanin eftir tí góða lívinum? sigur Sunda Kommuna á síni heimasíðu

Kristine stricker Hestbech er nógv umbiðin at halda fyrikestrar

Hon er donsk og er væk kend niðri, eitt nú frá kjaksendingunum ?Tal med Gud? hjá Danmarks Radio, sum Sjónvarp Føroya eisini sendi fyri nøkrum árum síðani. Hon hevur eisini verið limur í eini nevnd hjá donsku stjórnini, ið nevndist Familie- og Arbejdslivkommissionen, sum kannaði javnvágina millum familju- og arbeiðslív hjá fólki.

Í sínum tilmæli kom nevndin við fleiri uppskotum, ið skulu lætta um tilveruna hjá húskinum og annars byrgja fyri, at arbeiðið ikki so við og við yvirtekur alla okkara tíð.

Annars hevur hon skrivað greinar og hildið fyrilestrar um tað at liva eitt gott lív sum eitt nútímans menniskja og um tað at raðfesta tað mest umráðandi í gerandisdegnum.