Prestur hevur sagt upp

Hans Eiler Hammer hevur sagt upp sum sóknarprestur í Noregi. Hann vil sleppa at vera nærri familjuni, sum er flutt aftur til Føroya Fyrsta dagin flytur Hans Eiler Hammer, sum seinastu árini hevur verið sóknarprestur í Berlevaag í Noregi, aftur til Føroya.

Orsøkin er, at familjan hjá honum flutti aftur til Føroya í summar, og tað er í so langt at vera frá familjuni. Haraftrat er elsta dóttirin hjá teimum sjúk og krevur eyka umsorgan. Eisini er tað kostnaðarmikið við dupultum húsarhaldi, sigur Hans Eiler Hammer.

Hann hevur sjálvur í besta forstáilsi sagt upp til 1. januar og hevur í tí sambandinum fingið eina góða avtalu við norsku kirkjumyndugleikarnar. Av tí at hann hevur avspáking og feriu til góðar, so hann kann flyta til Føroya fyri jól.

Hvat hann fer at gera í Føroyum, veit hann ikki enn.