Prestur og politikkur hóska ikki saman

- Eg havi ta_ sum prinsipp ikki at stilla upp til val, sigur Hans Eiler Hammer, prestur í Nor_oy_a Vestara prestagjaldi


- At vera prestur og aktivur í politikki hóska ikki saman, sigur Hans Eiler Hammer.
Hann sigur, at ein sum prestur skal vera uttanvelta_ur, og blandar ein seg so upp í politikk er ta_ torført at vera uttanvelta_ur.
- Tá ein velur at stilla upp fyri ein flokk, má ein standa inni fyri øllum sum flokkurin stendur fyri. Eisini ta_ tú ikki tekur undir vi_.
Hans Eiler sigur, at nógv gylt lyfti ver_a givin í einum valstrí_i, sum ikki ver_a hildin. Og, óansæ_, so fegin ein vil, so kemur tú eina fer_ fyrr ella seinni, í eina ella a_ra stø_u har tú ert so pressa_ur, at tú noy_ist at lúgva teg burtur úr henni.
- Ta_ er ein stø_a, sum tú, sum prestur ikki mást koma í, sigur Hans Eiler.

Eldra politikkur má standa í hásæti
Hans Eiler sigur, at vali_ má snúgva seg um anna_ enn loysing og samband. Hann vísir á, at eitt nú eldra politikkurin má ra_festast høgt.
- Til hvørt val ver_ur lova_ í eyst og vest um eldrarøkt, og alt ljó_ar so gott, men onki hendir, sigur hann.
- Ta_ má broytast. Ta_ kann ikki vera meiningin, at tey eldru í landinum ikki hava nóg miki_ at liva fyri um mána_in.
Hans Eiler heldur, at ikki at vilja lova ov miki_ er ein gó_ur hugbur_ur. Ikki at seta nøkur tøl á naka_, tí ongin veit hvussu miki_ ver_ur til ta_ einstaka máli_, á_renn vali_.
- Um vit hugsa um ta_ farna valskei_i_, so hevur sitandi samgonga ikki hildi_ meir enn helvtina av tí, sum bleiv sett út í korti_ fyri f_ra árum sí_ani. Her hugsi eg millum anna_ um, fullveldi_, fólkaatkvø_urnar, sum skuldu havt veri_ og skattalættar, sigur Hans Eiler.
- Tey koma vi_ d_rum lyftum, og vit, um man kann siga ta_ so, hoppa upp á ta_ hvørja fer_, sigur Hans Eiler, sum heldur, at fólk eru lættkeypt og gloyma ov skjótt.
- Eg vil ikki undirmeta veljaran, men eg haldi fólk gloyma alt ov skjótt. Her hugsi eg um, at ta_ er ta_ sama hvørja fer_. Politikkararnir lova og halda ikki, fólk ver_a skuffa_ og ill, men vi_ næsta val, ver_a tey somu fólkini vald aftur. Ta_ er at undrast á, heldur Hans Eiler Hammer.
- Ella hava hesir politikkarar ein sera trúfastan veljaraskara.
Hans Eiler vísir eisini á ta d_ru eykafíggjarlógina, sum fyri f_ra árum sí_ani var upp aftur d_rari enn hon er nú.
- Hvar koma pengarnar frá? At skera blokkin ni_ur og samtykkja eina eykafíggjarlóg, má geva minus í landskassan, sigur hann. ? Um ikki, so má eg undrast.

Polariseringin er sera t__ulig nú
Hans Eiler Hammer sigur, at polariseringin til hetta vali_ er sera t__ulig, vegna spurningin um samband ella loysing. Og tá práti_ kemur inn á veljarakanningina hjá Sosialinum, sigur hann vi_ einum skeivum smíli:
- Um kanningin heldur, ver_a ta_ Javna_arflokkurin og Sambandsflokkurin, sum skipa samgongu, Tjó_veldisflokkurin ver_ur parkera_ur og Fólkaflokkurin...ja, hann ver_ur onkunsta_ni ímillum.
Eg vænti, at bæ_i Tjó_veldisflokkurin og Sambandsflokkurin fara at fáa nógvar atkvø_ur. Fólk vilja gardera seg. Her hugsi eg um, at ta_ eru mong, sum ganga inn fyri sjónarmi_junum hjá Javna_arflokkinum, men av tí at ta_ er eitt sindur ullint um Javna_arflokkurin í tí longra endanum fer at vera fyri ella í móti loysing, so velja fólk heldur Sambandsflokkin til hetta vali_. Tjó_veldisflokkurin fær eisini nógvar atkvø_ur, serliga frá teimum ungu. Unga Tjó_veldi_ ger eitt megnar arbei_i fyri søkini, og ta_ fer uttan iva at geva úrslit til vali_, sigur Hans Eiler.

Mi_flokkurin ov ót__iligur í fullveldismálinum
- Veljarin veit, hvat Mi_flokkurin gevur út, men ikki um hann tekur undir vi_ samband ella loysing, sigur Hans Eiler, sum heldur stevnuskránna hjá flokkinum vera sera gó_a kortini.
Hann heldur, at ta_ er torført fyri veljaran at síggja hvat ein flokkur, sum liggur á mi_juni, stendur fyri í einum máli sum til dømis fullveldi_.
Hans Eiler sigur, at ta_ tó ikki bert er Mi_flokkurin, sum hevur handan trupulleikan.
- Um vit taka Kristiliga Fólkaflokkin, sum nú er farin í søguna. Hvar fóru teir uppstilla_u? Í allar ættir, og ta_ prógvar, at teir heldur ikki hava havt eina grei_a stø_u.
Hann heldur, at trupulleikin hjá Mi_flokkinum er, at allir teir stóru flokkarnir tosa eisini um hjartamálini hjá Mi_flokkinum, og tí vinna tey ikki fram um spurningin um samband ella loysing.
- Men eg vóni fyri teirra skuld, at flokkurin fær umbo_ vegna gó_u vir_ini, flokkurin hevur, sigur Hans Eiler.
- Men ta_ eru framvegis tríggjar vikur eftir til vali_, og nógv kann broytast. Valstrí_i_ fer at har_na og øll vápn ? bæ_i si_ilig og ósi_ilig ? ver_a tikin í brúk, sigur Hans Eiler Hammer, sum væntar, at Sambandssí_an fer at vinna vali_. Og ta_ vil siga, at ta_ ver_a Javna_arflokkurin og Sambandsflokkurin, sum fara at skipa samgongu.