Vanliga kemur privatisering upp á tal fyri á tann hátt at fáa eina betri tænastu. Eina meira liðiliga og til-lagandi tænastu ? fyri brúkaran. Og hetta er vert at hava sær fyri eyga. Endamálið er at bjóða borgaranum eina betri tænastu ella somu tænastu fyri minni pening.
Klárar privatiseringin ikki at bjóða hetta, so er ikki meining við privatisering.
Privatisering er kanska ikki eitt vælegnað orð at brúka í hesum samanhangi. Tí tú kanst fáa tann tanka, at alt alment virksemi verður nógv betur rikið bert tað er privat. Hetta nýtist ikki at vera so og er tað heldur ikki. Intensiónin við privatisering er at tá koma nøkur element frá fría marknaðarbúskapinum at hava ávirkan. Hetta hendir bert um ein ella onnur kappingarmekanisma fær virkað.
Hugsa vit okkum ein stovn ella eina tænastu, sum í dag verður rikin við almennum monopoli. Her manglar kappingarelementið. Skipanin kann gerast stirvin. Síðan verður stovnurin ella tænastan privatiserað yvir eitt privat monopol. Her manglar aftur kappingarelementið. Hetta seinna er privat men ikki liberalt. Tí er tað at siga at privatisering kanska ikki er eitt vælvalt orð at brúka.
Verður talan um privatiseringar, sum ikki geva brúkaranum ein liberalan veruligan valmøguleika, so mugu vit siga frá.
Privatiseringin/liberaliseringin skal tæna brúkaranum og geva honum ein veruligan valmøguleika.
Terje Davidsen,
løgtingsmaður