Prix Føroyar til Klaksvíkar

9 bólkar fara at kappast um tvey finalupláss í Prix Føroyum. Millum bólkarnar eru All that Rain, Tám og teir provokerandi PS

 

Fólk kunnu vænta øðrvísi undirhald frá bólkinum PS, tá innleiðandi umfarið í Prix Føroyum verður í Klaksvík í kvøld.

? Tað ber illa til at skelkað fólk longur, tí alt er roynt áður. Men vit ætla at spæla villan tónleik við nøkrum sermerktum tekstum, sigur Jógvan á Høvdanum, yngri, sum er frontfigurur í bólkinum.

PS spælir harðan rocktónleik, og helst fer onkur av yrkingunum at arga ávís fólk.


Gulli er við

Umframt PS verða tveir aðrir lokalir bólkar við í Prix Føroyar kappingini í KÍ-høllini.

Gulli Johansen, sum eisini var við fyri tveimum árum síðani, fer hesaferð at spæla undir navninum Human Caos. Gulli fæst mest við harðan rocktónleik, og hesaferð verða eisini modernaðir tónar í tónleikinum.

Harafturat verður bólkurin IRIS úr Klaksvík eisini við.


Drúgvar royndir

Skal tosast um nakran favoritt at vinna kappingina í Klaksvík, má All that Rain nevnast.

Hetta er bólkur, sum er mannaður við limum úr bólkinum Kjølar, sum áður hevur staðið seg sera væl í Prix Føroyum. All that Rain eru væl samanspældir, og teir hava drúgvar royndir á palli.

Bólkurin Tám er eisini mannaður við royndum tónleikarum, og Sólvá Ford er sangari í bólkinum. Daybreak úr Havn er mannaður við dugnaligum tónleikarum, og hesin bólkurin kann fara at gera rættiliga vart við seg í árins kapping.

Bólkarnir Krit og Líla Rúm úr Havn og Hokus Pokus úr Nólsoy verða eisini við í kappingini í kvøld.


Ongar glasfløskur

Prix Føroyar kappingin verður hildin í KÍ-høllini, og dyrnar verða latnar upp í kvøld klokkan 20.30, og fyrsti bólkurin fer á pallin klokkan 21.30.

Serliga valdir dómarar fara at gera av, hvørjir tveir bólkar sleppa við í finaluna, sum verður í Norðurlandahúsinum í apríl mánaði.

Fyrireikararnir hava sett forboð fyri, at fólk taka glasfløskur við til tiltakið, tí hesar fløskur hava verið til ampa í fyrstu tveimum innleiðandi umførunum.