Professari um málmenning hjá børnum

Málmenning hjá børnum verður evnið á spennandi fyrilestri í Norðurlandahúsinum í kvøld. Tað er norski kapasiteturin á økinum, Jørgen Frost, professari úr Oslo, sum heldur fyrilesturin kl. 19.30, sum er ætlaður øllum, sum fáast við børn, bæði familjur og fakfólk.

Eisini fer Bente Hagtvet, professari frá Universitetinum í Oslo, at luttaka í kjaki um sama evni aftan á fyrilesturin.

Hóskvøldið 3. september kl. 19.30 skipar Læraraskúlin saman við Sernámsdeplinum fyri einum áhugaverdum fundi í Norðurlandahúsinum har Jørgen Frost, professari frá Universitetinum í Oslo, fer at halda fyrilestur um málmenning. Eisini fer Bente Hagtvet, professari frá Universitetinum í Oslo, at luttaka í kjaki um sama evni aftan á fyrilesturin.


Slóðbrótari á økinum

Jørgen Frost byrjaði í 1984 við einari einastandandi verkætlan á Bornholm um málsligt medvit hjá smábørnum. Eftir at hava sæð úrslitini av hesum hava nærum allir skúlar í Danmark málsligt medvit á skránni. Arbeitt verður við málsligum medviti hjá barninum gjøgnum spæl. Hetta mennir tilvitið um setningar, orð, stavilsi og ljóð. Barnið lærir at skilja, at málið kann býtast sundur í innihald og form. Jørgen Frost leggur dent á týdningin av, at tey vaksnu, sum eru um barnið, stimbra áhugan hjá barninum fyri málinum. Hetta kann verða gjørt við at grunda um málið saman við barninum, bæði við at varnast form og innihald í málinum. Hann vísir á at rím, ramsur og tað at kunna varnast einstøk ljóð í orðum eisini hava samband við lesimenningina. Harumframt kann tað at grunda um týdningin av orðunum geva betri lesifatan. Sambært Jørgen Frost hevur tað stóran týdning at leggja dent á hesar partar av málinum tíðliga í tí tíðarskeiði henda menning fer fram.

Jørgen Frost hevur sjálvur m.a. gjørt tilfar til málsliga menning og til undirvísing í lesing og skriving.


Seta inn tíðliga

Bente Hagtvet er komin fram til, at tað er sera týdningarmikið at barnið tíðliga møtir einum virknum skriftmálsstimbrandi umhvørvi. Tá er heilin á barninum liðiligur og í skjótari menning. Hetta vísir seg eisini at styrkja málsligu menningina sum heild. Barnið verður meira tilvitað um málið. Smábarnaaldurin er eitt serliga viðkvæmt menningartíðarskeið og styrkin liggur í at seta inn tíðliga. Børn við seinkaðari ella frávíkjandi málsligari menning hava tí tørv á, at sett verður inn tíðliga við stuðli, sum er lagaður til hin einstaka, meðan menningarmøguleikarnir enn eru góðir. Sjálvt smáar broytingar í háttinum, hin vaksni nýtir í samspælinum við barnið, kann gera munin í týdningarmikla og viðkvæma skriftmálsliga tíðarskeiðinum, har ferðin á menningini er sera stór.

Bente Hagtvet sigur, at fleiri ætlanir við fyribyrging sum endamáli hava fylgt hugsanini um, at best er at byrja tíðliga og arbeiða í natúrliga umhvørvinum hjá barninum. Við íblástri frá Vygotsky hevur Bente Hagtvet ment eina ætlan um at seta inn tíðliga, og í hesum sambandi fær hin vaksni ábyrgdina av at geva barninum umstøður at læra. Kjarnin í hesi ætlan er at upplýsa og vegleiða hinum vaksna í sínum arbeiði og at styrkja fakliga førleika hansara til hetta arbeiði.

Tað eru Læraraskúlin og Sernámsdepilin, sum skipa fyri tiltakinum í kvøld kl. 19.30 , sum er alment og vendir sær bæði til familjur og fakfólk.


Tilvísingar:

Bleses, Dorthe et al. (2007) Tidlig kommunikativ udvikling. Syddansk Universitetsforlag.

Bylander, Helle Iben og Thomsen, Inge Benn (2008) Sprog og leg. Special-pædagogisk forlag.

Espenakk, Unni et. al. (2008) TRAS-handbók. Føroya Skúlabókagrunnur.

Frost, J. & Lønnegaard, A. (1999) Sproglege. Psykologisk Forlag.

Hagtvet, Bente Eriksen. (2004) Sprogstimulering – Tale og skrift i førskolealderen. Alinea.

Lindén, Nora. (1997) Stilladser om børns læring. Forlaget Klim.

Misund, Sidsel Skappel et. al. (2008) Tiltak til TRAS. Designtrykkeriet AS.

Månsson, Hans. (2003) LEA – En pædagogisk beskrivelsesmodel. Systime Academic.

Weitzman, Elaine og Pepper, Jan (2007) To skal der Til – sprog og tale. Materialecentret.