Listastevnan byrjaði fríggjakvøldið við myndaframsýningum, málningaframsýningum, tónleiki, og aðrari list. Elin Hentze sigur, at útlendsku listafólkini fleiri ferðir hava víst á, hvussu væl nøgd tey eru við umstøðurnar og tænastustøðið kring Listastevnuna.
Tað er ilt at seta nakað høvuðsnavn á, tí nøvnini eru fleiri í tali, til dømis Barbara Heindricks, Anne Linnet, og Seamus Heaney.
Men føroyingurin dámar best tað føroyska, sum tað sær út, tí Pipar & Salt hava selt flest atgongumerki higartil. Útselt er til fýra eykasýningar í vikuni, men týsdagin og mikudagin í komandi viku er ikki útselt enn.
Útselt varð eisini til framførsluna hjá Anne Linnet í Norðurlandahúsinum, og leikurin Sellofan er eisini útseldur.
Umframt fleiri framførslur eru eisini ymsar framsýningar. Transform er í Müllers Pakkhúsi.
- Vit ivaðust eitt sindur í, um henda framsýningin fór at rigga í Müllers Pakkhúsi. Eg sá Transform fyrstu ferð á Bryggjuni í Keypmannahavn, sum hevur størri gólvvídd enn í Pakkhúsinum. Men nú vísir tað seg, at tað riggar faktiskt betur her enn á á Bryggjuni í Keypmannahavn, sigur Elin Hentze, samskipari av Listastevnuni.
Transform er ein moderna framsýning við design og listahandverki úr Vesturnorðuri. Vit síggja prýðislutir úr Íslandi, mótaklæðir úr Føroyum, og lutir úr steinum og beinum úr Grønlandi.
Fleiri enn 35 listafólk vísa fram í Müllers Pakkhúsi. Harav eru átta listafólk úr Føroyum. Tey eru Elisa Heinesen, Borgný Dam Patursson, Annika Heinadóttir, Svanhild Strøm, Anna Kristin Bæk, Guðrun Ludvig, Barbara í Gongini, og Malan á Lofti.
Rúni Brattaberg stórur í London
Innan tónleikin eru føroyingar væl umboðaðir á Listastevnuni, tí Rúni Brattaberg fer at føra fram saman við Tarira og Symfoniorkestrinum.
- Eg haldi, at føroyingar dugi ikki ordiliga at síggja, hvussu nógv Rúni Brattaberg hevur at bjóða. Fyri kortum varð eitt verk skrivað til hansara rødd. Hetta verkið varð framført í Royal Festival Hall í London, har BBC tók upp. The Independent, The Times, The Guardian, og onnur bløð høvdu umrøður av framførsluni. Tað má sigast at vera eitt stórt avrik hjá Rúna Brattaberg, og vit kunnu fegnast um, at hann verður á Listastevnuni, sigur Elin Hentze.
--
Myndatekst_setanin: Setanin av Listastevnuni í Norðurlandahúsinum
Myndatekst_tónleik: Framførsla í Norðurlandahúsinum
Myndatekst_transform: Framsýningin Transform
Myndatekst_transform: Framsýningin Transform
Myndir: Helena Dam Poulsen
--
Í boks:
Ymisk nøvn á Listastevnuni
Kendi myndamaðurin Bárður Eklund vísir sínar myndir í Smiðjuni í Lítluvík
Seamus Heaney, nobelvinnari, hevði mánakvøldið upplestur.
Annika Hoydal verður í sjónleikarahúsinum fríggjadagin og leygardagin, har hon syngur gamalt og nýtt.
Leikstjórin Bille August vísir filmin Return to Sender í Havnar Bio.