Rættarmál
Árni Joensen:
[email protected]
Mánadagin kom tann 80 ára gamli fyrrverandi skóhøggjarin Edgar Ray Killen í dómhúsið í býnum Philadelphia í amerikanska statinum Mississippi. Hann er ákærdur fyri at hava myrt teir tríggjar borgararættindastríðsmenninar Michael Schwerner, Andrew Goodman og Ben Chaney í 1964.
Teir tríggir, tveir hvítir og ein svartur, vóru á ferð í Mississippi, har teir royndu at fáa tey svørtu at skráseta seg sum veljarar. Hetta var sum nevnt í 1964, og tjúgu limir í Ku Klux Klan-felagsskapinum í tí lítla býnum Philadelphia gjørdu av at taka teir tríggjar. Teir vórðu burturfluttir og myrdir. Hálvan annan mánað seinni fann løgreglan líkini, sum lógu í einari næstan fýra metrar djúpari grøv.
Løgreglan á staðnum kannaði ongantíð morðini til fulnar, og tað komst av, at løgreglan hevði ikki størri virðing fyri teimum svørtu, enn Ku Klux Klan hevði. Trý ár seinni, í 1967, vórðu sjey limir í Ku Klux Klan skuldsettir fyri at hava verið uppi í einari samansvørjing ímóti teimum myrdu, sum tað æt. Eingin bleiv kortini ákærdur fyri morð, og eingin fekk meiri enn seks ára fongsul.
Longu tá vildu fleiri vera við, at Edgar Ray Killen var oddamaður hjá Ku Klux Klan í Philadelphia, og at tað var hann, sum legði morðini til rættis. Men hann var prestur og slapp undan revsing, tí ein av nevningunum sýtti fyri at døma ein prest. Málið bleiv tí slept, men gjørdist kortini kent um allan heimin orsakað av filminum »Mississippi Burning«.
Men nú er Edgar Ray Killen aftur í rættinum, og hesaferð er hann ákærdur fyri at hava givið boð um at myrða teir tríggjar borgararættindastríðsmenninar fyri 41 árum síðani. Tá hann var í rættinum í 1967, vóru allir nevningarnir hvítir. Soleiðis er ikki í hesaferð.
Klanurin hjástaddur
Edgar Ray Killen hevur altíð avsannað, at hann hevur havt nakað samband við Ku Klux Klan, og at hann hevði nakað við tey trý morðini at gera. Men nakað man vera í tí, tí teir, sum hava ansað eftir honum í seinastuni, bera skelti, har tað stendur, at teir eru limir í »American White Knights of the Ku Klux Klan, Inc.«, skrivar Dagsavisen.
Tann ákærdi duldi heldur ikki sítt samband við Ku Klux Klan, tá hann kom í rættin mánadagin, tí á bringuni hevði hann eitt lítið merki hjá felagsskapinum. Fleiri vælvaksnir menn fylgdust við honum, men verji hansara avsannaði, at teir høvdu nakað við Ku Klux Klan at gera. Men seinni mátti hann taka orðini aftur. Tí Ku Klux Klan fylgir gjølla við, hvat sagt verður.
Framvegis virkin
Derrick Johnson, sum er formaður í svarta borgararættindafelagsskapinum NAACP í Mississippi, sigur við Dagsavisen, at tað kemur ikki óvart á seg, at Ku Klux Klan fylgir við rættarmálinum.
? Hetta vísir, at klanurin er framvegis virkin í statinum. Teir eru racistar, og hetta rættarmálið er eitt týðandi lið í stríði okkara fyri einum rímiligum lívi ? ikki bara í Mississippi, men í øllum USA, sigur Derrick Johnson.
Sjálvur var hann í rættinum mánadagin saman við tíggju ára gamla soninum.
? Tað gjørdi eg fyri at vísa honum, at í hesum landinum verða fólk drigin til svars fyri sínar gerðir, sjálvt um tað kann taka drúgva tíð.