Tað boðar tíðindastovan Interfax frá, sambært AFP.
Ein hernaðardómstólur í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, fann Udaltsov sekan í at "rættvísgera yvirgang."
Nágreiniligu ákærurnar móti 48 ára gamla Sergej Udaltsov eru í trúnaði.
Á einum fyrra rættarfundi segði Udaltsov, at hann varð ákærdur fyri at hava víst stuðul til marxistiskar aktivistar á netinum.
Udaltsov, sum hevur sitið í varðhaldi síðani januar 2024, sigur, at ákærurnar móti sær eru tilgjørdar og sigur seg ætla at kæra dómin.
Sergej Udaltsov var leiðandi persónur í andstøðuni, tá russiski forsetin, Vladimir Putin, varð afturvaldur í 2012.
/Ritzau/











