Tað upplýsa myndugleikarnir í meksikanska statinum Veracruz.
Vanlukkan hendi jólaaftan í býnum Zontecomatlán, tá bussurin var á veg úr høvuðsstaðnum Mexico City til bygdina Chicontepec.
– Um hesa tíðina hava vit staðfest níggju vaksin og eitt barn millum tey deyðu, sigur borgarstjóraskrivstovan á staðnum í fráboðan.
32 fólk fingu skaða í vanlukkuni og eru innløgd á ymsum sjúkrahúsum.
Ógreitt er, hvat orsøkin var til deyðiligu ferðsluvanlukkuna.
Deyðiligar ferðsluvanlukkur við bussum ella lastbilum eru vanligar í Meksiko. Tær eru ofta orsakað av høgari ferð ella mekaniskum feilum í akførunum.
Ritzau/AFP











