Grein úr Sosialinum 11. juli 2025:
Herróp hennara er, at fer skíggjatíðin upp, so verður minni tíð til annað, ið gagnar menningini betri. Skíggin ávirkar børn og ung, men vansarnir við ov nógvari skíggjatíð eru ymiskir, alt eftir, hvussu gamalt barnið er lækkar yrkisførið.
Gitte Klein er ikki í iva. Hon heldur, at vit skulu avmarka skíggjanýtsluna hjá børnum og ungum. Hesi ráð byggir hon á gransking innan økið. Eisini hevur Fólkaheilsustýrið gjørt tilmæli um skíggjanýtslu til børn, har mælt verður til, at børn, yngri enn 3 ár, als ikki skulu nýta skíggja, og annars at avmarka skíggjanýtsluna, og at foreldur eru saman við børnum, tá tey brúka skíggja.
Júst hetta er eisini høvuðsboðskapurin hjá Gitte Klein, sum heldur fast um, at loysnin er at tosa við smáu børnini, so tey fáa eitt orðaval og læra at seta orð á støður.
– Tí tað er týdningarmikið, at børnini brúka sítt mál virkið og ikki bara sita og hyggja passiv inn í ein skíggja og lurta, sigur hon og vísir á, at tað er týdningarmikið at vera saman við børnunum, tá tey sita framman fyri skíggjum fyri at vegleiða tey, bæði í mun til málið men eisini í mun til innihaldið, sum børnini verri enn so altíð skilja. Tað er umráðandi, at foreldrini hjálpa barninum at flyta tað, tey síggja á skíggjanum inn í teirra kontekst, so tað, tey síggja, gevur meining.
– Tí um barnið situr einsamalt framman fyri skíggjan, so fáa vit ikki rætta barnið, um tað sigur okkkurt skeivt.
– So loysnin er, at vit vaksnu eru har og samskifta og vegleiða, tí tá menna tey fatanarligu og málsligu førleikar sínar.
##med2##
Skíggjanýtsla ávirkar føroyska málið
Nógv av tilgilda tilfarinum til børn á netinum er á enskum, og tí eru fleiri børn sera kring í enskum orðum, og hetta ávirkar føroyska málið.
– Tí børn sum hava nógva skíggjanýtslu læra ensk orð áðrenn føroysk orð – og hetta er ikki rætta mannagongdin, tí tað er umráðandi, at barnið hevur eitt gott føroyskt mál, áðrenn tað skal læra enskt, sigur Gitte Klein.
– Vit læra mál við at samskifta, tað er ikki nóg mikið og ikki við at hyggja inn í ein skíggja, tí skíggin er passivur, og barnið brúkar ikki málið, og tá verður málsliga menninginið avmarkað.
Víðari vísir Gitte Klein á, at málið í filmum, Youtube v.m er minni fjølbroytt enn í eini bók, har høvundurin brúkar fleiri ymisk orð at lýsa tað sama, ið gevur barninum eitt fjølbroytni í talaða málinum við at lesa bøkur, sigur hon.
fleiri telduspøl geva barninum eitt fátækisligt mál, eitt nú Warcraft har orðavalið avmarkar seg til fá orð sum eitt nú “shoot him” í staðin fyri heilar setningar.
– Til samanberingar kann nevnast, at um barnið lesur eina bók, so hevur ska fleiri ymisk orð at lýsa tað sama, bókin 10 ymisk orð, sum lýsa tað sama, og tí fær barnið eitt fjølbroytni í talaða málinum við at lesa bøkur, sigur hon.
Loysnin er ikki at framleiða meiri føroyskt
Tað er eisini nógv, sum bendir á, at ov nógv skíggjanýtsla ávirkar evnini hjá børnunum at geva gætur.
– Lesing er ein førleiki, sum krevur uppmerksemi m.a. av okkum til at skapa myndirnar, men um tú allatíðina verður útsett fyri skjótum skiftum við skíggjunum, so venir heilin seg til, at alt skal ganga skjótt fyri seg, so er tað tað, sum heilin forvæntar, og so keðir hann seg, tá hann skal sita og hyggja eftir nøkrum, sum hann sjálvur skal skapa og hugsavna seg um, fyri at fáa nakað burturúr, sigur hon og vísir eitt dømi, sum lýsir tað:
– Tað er munur á at lesa um, at ein kúgv sum dansar og glitrar, og so at síggja eina kúgv, sum dansar og glitrar við ljóði og ljósi. Og tað at skula skapa sínar egnu myndir í høvdinum, tað krevur orku, uppmerksemi og førleikar eisini, tað verður eisini ávirkað.
Til spurningin um vit ikki kunnu framleiða meiri føroyskt talgilt tilfar, so børnini læra føroyskt á skíggjanum heldur enn enskt, er Gitte rættiliga avgjørd.
– Sjálvandi er tað betur, at børn síggja føroyskt heldur enn enskt tilfar. Men um vit hugsa um málsligu førleikarnar, er tað als einki, ið bendir á, at málið verður so nógv betri av, at tey hoyra føroyska talu á skíggjunum. Hyggja vit t.d. til Danmarkar ella enskttalandi lond, hava tey neyvt somu málsligu avbjóðingar sum vit. Kanningar vísa nevniliga, at meiri skíggjatíð børnini hava, verri eru málsligu førleikarnir – eisini í teim londum, har alt tilfarið á skíggjunum er á móðirmálinum. Og orsøkin er helst tann, at børnum tørvar venjing ella at brúka málið virkið og ikki bert hoyra tað. Tað er ikki loysnin at framleiða meiri føroyskt tilfar, tí málið hjá okkum mennist best í tá ið vit bæði lurta og eru aktiv.einum aktivum og lurtandi leikluti.
– Um barnið hevur eitt fátæksligt mál ella um enska málið hevur vunnið á tí føroyska, so skulu vit kanska hugsa, um, hvørt barnið hevur sitið ov nógv einsamalt við einum skíggja og barnið hevur havt ov lítið av sambandi við tey vaksnu, tí hetta er ikki eitt gott tekin, sjálvt um tað er kul at duga enskt – og um vit bara lurta eftir enskum og bara brúka ensk orð, so er tað tað, sum verður í forgrundini, meðan restin er í bakgrundin, sigur hon.
##med3##
Vit vaksnu skulu seta avmarkingar
Ein trupulleiki sum fleiri foreldur kenna seg aftur í, er tá børnini spæla saman og kanska brúka ov nógva tíð á skíggjanum. Her heldur Gitte Klein, at tað er eingin orsøk at koma heim til hvønn annan, um tey ikki spæla saman, men heldur sita við hvør sínum skíggja.
– Míni ráð eru, at heimini gera reglar fyri, hvussu tey vilja hava tað heima hjá teimum, sigur Gitte Klein, ið nevnir sum dømi, at heimini kundu havt eina kurv at leggja telefonirnar í, tá børn koma á vitjan.
So hugsa vit kanska, um nakar tímir at koma heim til okkum, tá tey ikki sleppa at spæla við skíggja, men tað afturvísir Gitte, tí nógv bendir átað vísir seg, at tey tíma væl at koma heim til hvønn annan, hóast tað er skíggjafrítt. Hon heldur eisini, at foreldrini skulu avtala skíggjareglur sínamillum, so tey ikki standa einsamøll. Um barnið skal spæla telduspæl, er tað betri at spæla teldu saman fysiskt við øðrum, heldur enn í hvør sínum kamari.
– Tað er eisini umráðandi, at venja teir sosialu førleikarnar við at spæla saman, og tað gera tey ikki við at sita og hyggja inn í ein skíggja – og tað eru ymiskar meiningar um tað, sum skíggin ger við børn og ung, men um vit hyggja at granskingini, so vísir hon, at ov nógv skíggjatíð ávirkar børnini á fleiri økjum. er ikki góð fyri børnini, sigur hon.
Skíggin tekur tíð frá øðrum
Ofta verður Gitte Klein setir spuriningurin settur við, um skíggjanýtslan elvir til, at børn seinkast eru sein í menningini, ella um tað eru børn, sum frammanundan eru sein í síni menning, sum brúka ov nógv skíggja. Her vísir hon til kanadiska granskaran Sheri Madigan, sum hevur kannað yngstu børnini og funnið fram til, vísir á, at tað er skíggin sum elvir til, at menningin verður seinkað, m.a. tí hann tekur tíð frá øðrum, ið og gagngagnar ar tí ikki menningini betri hjá børnum í aldrinum 0-23 ár.
– Hesi seinastu árini hava fleiri av okkara grannalondum fingið vit fingið eina rúgvu av tilmælum, tilmæli um skíggjanýtslu, tí og nógv gransking kemur fram til almenningin nú, sum vísir, at tað eru nógvir vansar við skíggjanýtslu. Ofta verður hildið fyri, at okkara ættarlið ikki hevur tikið skaða av at hyggja í film ella spæla telduspøl, so hví skal nýggja ættarliðið ávirkast?
Vit kunnu ikki samanbera skíggjanýtsluna hjá okkum og nýggju ættarliðunum. Í fyrstu atløgu, eru tey nógv yngri, enn vit vóru, tá ið tey fara at brúka skíggja. Okkara ættarlið hevði ein hugburð til skíggja – vit hava øll nýtt skíggja, og vit hava ikki tikið skaða av tí, men munurin millum okkum og nýggjara ættarliðið er, at børn í dag eru nógv yngri, tá tey byrja at brúka skíggja, meðan í Í 1970’num var miðalaldurin var 4-5 ár, í dag eru børn, í miðal 4-5 mánaðar, tá ið tey brúka skíggja fyrstu ferð. so er miðalaldurin fyri skíggjanýtslu í dag er 4-5 mánaðir. Yngri tey eru, tá ið tey brúka skíggja, størri er skaðin.
Harumframt brúka tey nógv meiri tíð á skíggja, enn vit gjørdu. Í Í dag eru skíggjarnir vorðnir mobilir, og teir eru allastaðni, í bussinum, í barnavogninum sita tey við skíggja, og í bíðirøðini inni á apotekinum, úti á matstovum ístaðin fyri at vera í tí, sum gongur fyri seg har. Hetta eru alt støður, sum barnið skal læra at beganga seg í, men um tað brúkar allar tílíkar støður til skíggja, nær skal tað so læra at vera í ørkymlanini, sum tað er at bíða, meðan tey vaksnu eta og práta ella standa í kø? Víðari vísir Gitte Klein á, at tað er strævnari at fara á matstovu uttan ein iPad ella telefon, men her skulu vit eisini hugsa teirær sosialu førleikarnar, sum barnið ikki fær vant, meðan tað situr við høvdinum í skerminum.
– Fyrstu árini í lívinum hjá barninum eru so ótrúliga týdningarmikil, og hesa tíðina skulu tey læra eina ørgrynnu, vísir hon á.
– Og nøgdin av tíð, sum børn brúka á skíggja er økt, og samstundis eru tey alsamt yngri, so skaðin verður størri, sigur hon og vísir á granskingin, ið vísir, at hetta ikki er ein góð gongd fyri børn okkara, um vit ynska vælment børn.
##med4##
SálarheilsanEydnusemi hjá ungum dalandi
Sum børnini vaksa, fær snildfonin størri týdning, og Fólkaheilsustýrið mælir eisini til at bíða við at geva børnum snildfon, til tey eru, í minsta lagi, 14 ár.
Í fyrilestrum hevur Gitte Klein víst á, at sálarheilsan eydnsemi hjá ungum, sambært kanningum hjá m.ø Jonathan Haidt og Jean Twenge dalaði, eftir at vit fingu sosialu miðlarnar sum Facebook og Instagram. Hetta er í 2010’unum – og hóast iPhone’in kemur í 2007, og sosialu miðlarnir koma nakað seinnium tað mundið, so vóru tað bert nøkur fá, sum høvdu iPhone og sosialar miðlar tá. Sambært kanningunum er sálarheilsan bæði hjá gentum og dreingjum versnað, men genturnar eru munandi verri fyri, møguliga tí gentur brúka meiri tíð á sosialum miðlum enn dreingir.
Ein av møguligu orsøkunum til, at sálarheilsan versnaði, er tunglyndissymptomini kann vera, at samskiftið fer frá at vera andlit til andlits til at flyta seg út á skíggjan, og at børn og ung sostatt eru minni saman við hvør øðrum. Ein onnur orsøk er kanska, at tey ungu fara at samanbera seg við onnur, sum tey síggja á sosialu miðlunumm,. tað sum vit kenna sum FOMO, 'the fear of missing out'.
Á sosialu miðlunum sæst vakurleikin og alt tað fantastiska, sum onnur eru partur av, og tá ung ikki eru saman »saman«, men heldur eygleiða, hvat onnur gera, kann tað geva eina kenslu av, at tey ikki eru ein partur av felagsskapinum. Tað er ikki bara tann einstaki, sum sær lívið á sosialu miðlunum men øll – og tað sum skuldi verið ein møguleiki at vera ein partur av einum felagsskapi, verður heldur, at ung ongantíð hava kent seg so einsamøll sum í dag. Tey ungu kenna seg noydd at fylgja við í tí, ið hendir á sosialu miðlunum, og vit hava eitt hugtak, sum júst lýsir tað; FOMO ella Fear of Missing.
Gitte Klein sigur, at vit hava tørv á sosialum relatiónum. Vit eru sosialar verur djór og hava tørv á at vera saman »saman«
– Tí vit fáa ikki allar sansirnar í spæl, so sum at lukta og at nerta, tá vit hyggja inn í ein skíggja – og jú meiri tíð verður nýtt á skíggjunum, minni tíð er til at venja okkara sosialu førleikar, sigur hon,.
– Fáa vit ikki tað, so fáa vit ikki allar sansirnar í spæl og fáa ikki vant okkara sosialu førleikar, og tá blívur tað brádliga trupult hjá tær at vera í relatiónumfáa relatiónir, sigur hon.
Tó ávirka sosialu miðlarnir heldur gentur enn dreingir, allarhelst tí gentur eru meiri á sosialum miðlum. Dreingirnir søkja nøkur onnur ting, men Gitte Klein heldur, at teir hava aðrar trupulleikar at dragast við sum meiningsloysi og hava truplari at halda fast í einum arbeiði.
– Happing er eisini harðari á sosialu miðlunum í dag. Fleiri ung uppliva at fáa hatursboð sendandi,við Snapchat ella SMS ella at onnur deila ella senda óheppnar myndir av teimum víðari til onnur. Tá ið vit ikki síggja hvønn annan, loyva vit okkum at vera munandi ljótari. Og tað, at boð kunnu sendast anonymt, ger tað sera torført at vita, hvør stendur aftanfyri, og tað er skjótt, at ein ósikkur tannáringur heldur, at “øll” halda tað sama sum happarin. Aftur onnur uppliva at verða útihýst frá felags bólkum sum Messenger, meðan hini tosa um tey aftanfyri teirra rygg, sigur hon.
AI vinir ein skandala av tí aðru verð
Í dag hava fleiri AI vinir, og hesir eru lættari at fyrihalda seg til enn veruligir vinir, tí teir seta tær ikki krøv og snakka tær eftir munninum og tosa um evnir, sum hava tín áhuga, so teir eru so ómakaleysir fyri børn og foreldur.
Ein AI vinur er ein eftirgjørdur vinur, ein vitlíkis vinur – ella við øðrum orðum ein talgildur samrøðufelagi, sum brúkar vitlíki til at føra eina samrøðu, veita stuðul og ofta skapa eina kenslu av felagsskapi ella vinarlagi. Tað kann vera sum ein app ella chatbottur, har brúkarin samskiftir umvegis tekst, rødd ella í summum førum video.
Gitte Klein heldur, at ein AI vinuir eru ein skandala av tí aðru verð, tí tað sær út til, at okkara børn og ungu knýta seg kensluliga til AI vinirnar, sum hava eittans endamál, nevniliga at taka uppmerksemi hjá brúkaranum. AI vinurin gevur okkum kenslu av, at okkum ikki tørvar onnur, og tá hava vit ein stóran trupulleika, og tað er so deiliga ómakaleyst at hava ein vin, sum tosar tær eftir munninum. Men nær skulu vit læra at loysa ósemjur, ella at vera í ótryggleikanum, tá ið vit læra nýggj fólk at kenna. Hesar smáu sosialu støðurnar, sum børn og ung til allar tíðir hava vant við at vera saman við øðrum, hvørva. Empati læra vit m.a við at vera saman við øðrum. Og AI vinirnir eru algoritmustýrdir, teir tæna sínum endamáli, og eingin veit, hvat tey ráðgeva hesum ungu til. Tú kanst enn tá fáa tær eina AI damu, hugsa tær, eitt forhold, har makin bert sigur ja. tí vit hava brúk fyri at hava fólk rundan um okkum. Sum dømi nevnir hon, at hon hevur sæð eitt video, har tey góvu ráð til at gera av við seg sjálvan, og hon pástendur, at vit ána ikki, hvat algoritmurnar gera, og at tílíkt verður ikki fjernað, tí tað genererar pengar til tær stóru fyritøkurnar.
– Um nakar roynir at avmarka ávirkar tíðina hjá børnum á netinum, so kemur heilt vist ein mótreaktión frá teimum, tí hesin heimurin byggir á algoritmur, sum hava til endamáls at binda tey til skíggjan. Hjá nøkrum børnum er skíggin atta er ein staður, har tey føla, at tey eru við yvirlutan, og at nakað tey megna hetta. Tað krevur nógv av foreldrum at taka stigið til at avmarka nýtsluna. Skíggin kann blíva til órøkt, tá børn brúka alla tíðina á teldum og misrøkja skúla og sosiala lívið.
Hetta lívið kann blíva ein sjálvforsterkandi ringrás, har barnið søkkur longur og longur afturúr. Børn sum verða koyrd inn í nakrar algoritmur eru ikki før fyri neurologisk at standa ímóti teimum, og tey hava ongan livandi kjans, um foreldrini ikki vegleiða tey.
Tí kann skíggin blíva til órøkt, tá børn brúka alla tíðina á teldum og misrøkja skúla og sosiala lívið.
Skíggi við avmarkingum
Gitte Klein lýtir aftur á barndómin, tá hon minnist, at filmar, sum vóru óhóskandi fyri børn vóru sendir eftir songartíð, og tá vórðu børnvit vard. Í dag verða børn undirdíkt við tilfari á netinum, tilfari vit sjáldanikki altíð kenna. Børn og ung brúka nógva tíð at fylgja ymsum ávirkarum, men veitst tú, hvør yndisávirkarin er hjá tínum barni, og hvat hann umboðar? Hevur hann barnsins besta í huga, ella tænir hann sínum egnu áhugamálum? Á netinum er frítt spæl, øll leggja tað út, sum teimum lystir, og sum kann generera likes. Tað er ikki sum almenna Kringvarpið, ið hevur nakrar reglur at fyrihalda seg til. Og tað er ikki tespiligt, sum børn uppliva á netinum. Í septembur 2024 kom Trygfonden og Red Barnet við kanning, sum vísti, at 69% av teim 9- 17 ára gomlu, ið høvdu svarað, høvdu upplivað eina ella fleiri krenkandi hendingar á netinum seinasta árið. Til samanberingar var talið 42% í 2021. Størst prosentvísa økingin var at deila intimar myndir og sjónbandabrot.
Porno er eisini ein vaksandi trupulleiki, greiðir Gitte frá. Mediesundhed for børn og unge, hevur kannað ung í aldrinum 15- 18 ár, og hvussu atgongd til porno á talgildum miðlum ávirkar tey. Sambært kanningini sóu 71% av teimum spurdu, porno á netinum, áðrenn tey vóru 15 ár – miðalaldurin var 12,8 ár. 43% av ungu dreingjunum kendu seg bundnar at porno. 7 av 10 svara, at tað, at hyggja eftir porno, ávirkar mørkini hjá teimum sjálvum ella hjá øðrum. Hetta skeiklar teirra fatan av, hvat tað er at vera kynsliga saman við øðrum, og leggur eitt stórt trýst á tey. So tað er givið, at fleiri vandar eru við, at børn, í ungum árum, fáa atgongd til slíkt tilfar. Ofta er tað tilvildarligt, at tey koma fram á porno á fyrsta sinni. 14% svara t.d., at tey hava sæð porno á talgildu amboðunum, sum tey hava lænt frá skúlanum.
Hon heldur ikki, at ein hálvur tími á skíggja um dagin er tann stóri skaðin, men heldur hvat skíggin bjóðar. Sum dømi nevnir hon, at ein donsk kanning vísir, at børn niður í sjey ár síggja porno í skúlagarðinum.
– Tey ungu eru heldur ikki før fyri at fyrihalda seg til fake news, og spurningurin er, um vit vaksnu síggja, at tað er fake news. Gitte Klein nevnir sálarfrøðingin Jean Piaget, sum sigur, at børn ikki klára at hugsa abstrakt, fyrr enn tey eru um 12 ár, tí kunnu vit ikki vænta, at børn skulu megna eitt 10 ára gamalt barn klárar at fyrihalda seg til fake news. Skulu vit hava nakran møguleika at vinna á Fake News, er tað umráðandi, at vit vita so nógv sum gjørligt frammanundan.
Jean Piaget var ein sveisiskur sálarfrøðingur, sum er kendur fyri sítt ástøði um kognitiva menningina hjá børnum.
Til spurningin um tað ikki eru fleiri fyrimunir við internetinum, slær Gitte Klein fast, at sjálvandi eru fleiri fyrimunir við netinum. Skulu vit gera okkum dælt av allari vitanini á netinum, mugu vit fyrst hava eina stóra undanvitan. Men vit vita eisini, at 90 % av tíðini, børn og ung eru á netinum, verður brúkt til undirhald sum spøl, filmir, TikTok, Youtube og aðrar sosialar miðlar.
Men har eru sanniliga eisini vansar, og hatta er als ikki ein heimur, sum okkara børn og ungu skulu ferðast í einsamøll.
Onkursvegna hava vit latið børnum og ungum lykilin til ein slikkhandil, og samstundis siga vit við tey, at tey ikki skulu eta slikkið. Tað ber als ikki til, heldur ikki, um vit práta við tey, tey hava ikki ein neurologiskan møguleika at standa ímóti øllum algoritmunum harúti, ið kappast um teirra uppmerksemi, og tí vísa meiri og meiri ekstremt innihald. Tí mugu vit aktivt skerma tey við at avmarka, hvussu leingi tey eru á skíggjunum og fylgja neyvt við í tí, tey gera. Og ikki minst bíða sum longst við at geva teimum snildfon – helst til tannáringurin er 16 ár.















