Róaldur heldur fram í B36

Tað er greitt, eftir at hann og felagið hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Heimasíðan hjá B36 ber tíðindini í kvøld, har tey eisini fegnast um sáttmálan.

 

Róaldur Jacobsen kom á liðið hjá B36 í 2008 og varð kosin ársins stjørnuskot sama ár. Róaldur Jacobsen er fastur maður á føroyska U21-landsliðnum, hevur spælt 86 dystir fyri B36 og gjørt 11 mál.