Orð/myndir: Snorri Brend
Klaksvík: Komandi sunnudagur verður serstakur fyri øll tey, sum hava og hava
havt sína dagligu gongd til møtir og onnur tiltøk í Emmaus.
Henda dagin dagin verður nevniliga seinasta møtið hildið í Gamla
Emmaus-bygninginum. Møtið byrjar kl. 18 eins og vanligt hevur verið.
Ætlanin er, at møtið skal verða so vanligt sum møguligt, men høvið verður
tó givið fólki at minnast aftur á tey mongu góðu árini í gamla húsinum.
Tá hetta møtið er liðugt verður síðani farið inn í nýggja Emmaus, sum er
bygt beint við síðuna av. Har verður boðið til eina hugnaliga samveru og
ein góðan bita, samstundis sum nýggja húsið verður tikið í nýtslu.
Gamla Emmaus varð vígt 12. december 1920. Tað merkir, at síðsta møtið í
húsinum verður dagin fyri 85 ára føðingardagin.
Hetta er eitt av elstu missiónshúsunum í landinum og hevur tænt væl fyri
seg. Enn gongur tó ein tíð, áðrenn gamla húsið verður tikið niður.
Nú farið verður yvir í nýggja bygningin, er tað í fyrstu atløgu kjallarin,
sum verður nýttur. So hvørt sum ráðini verða, verður miðhæddin, har sjálvur
høvuðssalurin skal vera og loftið gjørt.
Kjallarin er tó rúmligur til tey tiltøk, sum húsið er karmur um gjøgnum vikuna,
verður sagt.