Rógvi Nielsen føroyameistari

 

Rógvi Egilstoft Nielsen vann landsliðsbólkin í FM í talvi fyri einstaklingar.

 

Kappast hevur verið í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík seinastu dagarnar, og í dag endaðu kappingarnar í teimum trimum einstaklingabólkunum – landsliðsbólkinum, almenna bólkinum og í unglingabólkinum. Tilsamans 29 bólkar vóru við í FM-kappingini hesaferð.

 

Í landsliðsbólkinum vann Rógvi Egilstoft Nielsen framman fyri Herluf Hansen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Rógvi Nielsen er sonur ein fyrrverandi føroyameistara í tavli, Torkil Nielsen.

 

Í almanna bólkinum vann Andrias Danielsen. Jákup Joensen var nummar 2 og Esbern Christiansen nummar 3.

 

Hjá unglingum gjørdist Rúni Tindskarð Jacobsen føroyameistari. Nummar 2 var Eli W. Finsson, og nummar 3 var Hanna Ólavsdóttir Jacobsen.

 

Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, handaði teimum fremstu steypini.