Rógvi Poulsen er í dag úttikin til føroyska landsliðið fyri fyrstu ferð. Rógvi Jacobsen, Jákup á Borg og Andreas Lava Olsen hava givið avboð, og tí hevur Brian Kerr, landsliðsvenjari, sent boð eftir argjamanninum í HB.
Bárður Olsen úr B36 og Andrew av Fløtum úr HB hava somuleiðis fingið landsliðsboð.
Venjingardysturin millum Ísland og Føroyar verður spældur í Kópavági sunnudagin.