Rói er saman við teimum stóru

Eftir sjeynda umfar eru tveir spælarar fyri hvørt av fimm teimum stóru á vikuliðnum, har Rói Zachariasen er málverji

Tað gekk nett soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við, at tað fór at gera, tá ið sjeynda umfar í landskappingini var á skránni í góðveðrinum ígjár.

Tað er ikki so ofta, at fýra útisigrar eru í einum umfari. Soleiðis var tað ígjár. Einasta liðið, sum vann á heimavølli, var B36, sum vann 2-1 ímóti EB/Streymi. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, bendi alt á tryggan heimasigur. B36 skorað tvey mál fyrstu 20 minuttirnar, og B36 hevði fleiri góðar møguleikar. At tað ikki eydnaðist at skora fleiri enn tvey mál komst av, at teir í árstalsfelagnum framvegis ikki eru nóg neyvir frammanfyri málið, og so var Rói Zachariasen ein brandur millum stólparnar hjá EB/Streymi. Tí eru boð eftir honum á vikuliðnum.

Síðstu løtuna var neyðugt hjá B36, sum tá var undirmannað, at stríðast fyri at varðveita 2-1 leiðsluna. Tveir av teimum eyðsýndu vóru altíð tryggi og skilagóði vongverjin í vinstru, Alex Mellemgaard, og Magnus Holm Jacobsen, sum var sentralur miðvallari. Hóast hann er darvaður av skaða í knænum, so var hann raskur og skilagóður, og so legði hann upp til 1-0 málið.

Í miðverjuni eru Bartal Wardum, sum saman við Samuel Johansen Chukwudi helt TB frá serligum royndum ímóti HB málinum – HB vann 4-0 – og Oddur Á. Højgaard hjá NSÍ. Hóast Oddur var óheppin at hjálpa teimum í barndómsfelagnum B68, tá ið hann stýrdi bóltin í sítt egna mál, so var hann sera eyðsýndur.

Vongverji í høgru er Jóannes Kalsø Danielsen. Hann er altíð ein av lyklaspælarunum hjá KÍ. Ein annar lyklaspælari í trivaliga KÍ sigrinum í Fuglafirði – 4-1 – var liðformaðurin Jákup B. Andreasen. Sum ein skilagóður generalur var hann trygt bindilið millum verjuna og allar teir mongu framrættaðu menninar.

Í ikki heilt so sannførandi 2-1 NSÍ sigrinum í grannauppgerðini ímóti B68 á Svangaskarði vóru tvey sjálvmál og so 1-0 málið, sum Mikkel Elbæk Jakobsen skoraði. Í framrættaða partinum hjá NSÍ skaraði hann framúr. Saman við honum aftanfyri Andreas Lava Olsen, sum var heilt í hopla og í gjárkvøldið skoraði hattrikk í Sørvági, eru altíð skilagóði Sølvi Vatnhamar og Adrian Justinussen. Hann hevur havt ilt við at finna støðið, sum hann vísti fyrstu umførini í fjør, áðrenn hann var illa skaddur. Avrikið í Trongisvági í gjár boðaði frá, at Adrian av álvara er komin fyri seg. Hann skoraði tvey mál og legði upp til eitt.

Vikuliðið hjá Miðlahúsinum eftir sjeynda umfar sær soleiðis út:

Rói Zachariasen, EB/Streymur – Jóannes K. Danielsen, KÍ, Bartal Wardum, HB, Oddur Á. Højgaard, NSÍ, Alex Mellemgaard, B36 – Magnus Holm Jacobsen, B36, Jákup B. Andreasen, KÍ – Mikkel Elbæk Jakobsen, NSÍ, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Adrian Justinussen, HB – Andreas Lava Olsen, Víkingur

Mikukvøldið verða dystirnir í fjórða umfari, sum átti at havt verið 2. páskadag, men varð útsett, tí tað var nógvur kavi. Tá seta vit aftur eitt lið.