Ráðið fyri brekað

Ráðið fyri brekað er nú sett av nýggjum. Ráðið telur 6 limir umframt formannin, sum nú eitur Sólja í Ólavsstovu.

Hans Pauli Strøm, landstýrinsmaður, hevur sett Sólju í Ólavsstovu sum nýggjan formann í ráðnum fyri brekað.
Sólja, sum er útbúgvin cand. Jur, og sum hevur veriði leiðandi starvið í miðfyrisitingini í Grønlandi í 15 ár, umframt at hon eisini hevur verið aðalstjóri í Almannamálaráðnum, er ógvuliga fegin um álitisstarvið sum formaður í ráðnum fyri brekað, og hon gleðir seg at virka saman við hinum býráðslimunum.
Umframt Sólju í Ólavsstovu, eru í ráðnum fyri brekað, Marjun S. Olsen, Føroya kommunufelag, Steinbjørn Jacobsen, Kommunuskipan Føroya, Uni Rasmussen, MBF, Leila Solmunde, formaður í MBF og tí sjálvskrivað og Barbara á Tjaldrafløtti, umboðandi Løgmansskrivstovuna.

Ráðið fyri brekað hevur millum annað til uppgávu at geva landstýrinum ráð í øllum almennum málum av týdningi fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum, og at geva almennum mynduleikum ráð í málum, sum nema við livikor teirra brekaðu. Hetta skal gerast fyri at tryggja, at tað verður víst umhugsni til brekað í allari samfelagsráðlegging. Ráðið kann eisini av eintingum seta fra, uppskot um tiltøk ella broytingar innan øki, ið viðvíkja brekaðum.

eys