Rúm yvir hav í Lítluvík

Í gjár lat Philippe Carré upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík undir heitinum »Rúm yvir hav...«

Seinnapartin í gjár lat Philippe Carré upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Listaframsýningin hevur fingið heitið »Rúm yvir hav...«. Talan er um eina nýggja røð av grafiskum prentum av føroyskum bygdum.
Philippe er ikki heilt ókendur innan føroyska listaheimin. Hann hevur síðani 1982 sýnt fram í Føroyum. Fyrstu ferð á ólavsøkuframsýningini, og hevur hann annars verið í Lítluvík fleiri ferðir, og verið í Norðurlandahúsinum og á fleiri ólavsøku- og várframsýningum.
Bygdirnar, sum Philippe hevur avmyndað hesuferð eru: Hestur, Skúvoy, Hattarvík, Kirkja, Árnafjørður, Mikladalur, Bøur, Elduvík, TJørnuvík, Fámjin, Dalur og Húsavík. Í hesi nýggju røðini eru 30 nýggjar myndir, allar monotypi í linoliumsprenti, har bæði pressa og skeið eru nýtt.
Myndirnar eru gjørdar í grafiska verkstaðnum hjá Listaskúlanum, ið er undir Tórshavnar kvøldskúla. Harumframt verða eisini nakrar eldri myndir at síggja, umframt málningar og pappírsklipp.
Philippe er annars fransmaður, føddur í bygdini Mailly-la-Ville í Bourgogne í Fraklandi í 1953. Hann er útbúgvin myndamaðu, og hevur síðani 1982 arbeitt burturav sum listamaður. Meginpartin av hesi tíðini hevur hann verið búsitandi í Føroyum.
Framsýningin »Rúm yvir hav...« lat upp í gjár, og verður hon opin hvønn dag frá 14 ? 18 til og við 24. mars.