Hóskvøldið hevði nýggi bólkurin ?Ladyfire? sína fyrstu stóru framførslu í Føroyum, og áskoðararnir vóru bergtiknir av rørandi tónunum. Oddamenninir í nýggja bólkinum ?Ladyfire? eru ikki ókendir á tónleikapallinum í Føroyum. Bólkurin er nevniliga mannaður av tónleikarum úr bólkunum Boys in a Band og The Ghost.
Filip Mortensen er høvuðssangari í ?Ladyfire?, og hóskvøldið framførdu teir í Norðurlandahúsinum til Føroya Feitastu Stuðulskonsert.
?Ladyfire? framførdu eitt lag, ið bergtók mangan áskoðara. Lagið er skrivað av Filip Mortensen, men hevur enn ikki fingið eitt navn.
-Eg genta, ið stóð mær ógvuliga nær lat lív alt ov ung, og eg havi skrivað lagið til hana. Tað hevur stóran týdning fyri meg, at sleppa at greiða frá mínum kenslum um deyða hennara, og eg vóni, at onnur kunnu taka lagið til sín, sigur Filip Mortensen.
Eftir øllum at døma var lagið ógvuliga væl móttikið av áskoðarunum.
-Nógv fólk komu yvir til mín aftaná konsertina, og søgdu hvussu væl tey dámdu júst tað lagið, so tað eri eg ógvuliga glaður fyri, sigur Filip Mortensen.
?Ladyfire? djypri enn ?The Ghost?
Filip Mortensen var eisini oddamaður í bólkinum ?The Ghost? , men eftir hansara tykki, eru løgini hjá ?Ladyfire? ikki eins og tey hjá ?The Ghost?.
-Eg haldi, at løgini hjá ?Ladyfire? stinga eitt sindur djypri, tí at vit royna at skriva løg, ið eru heldur álvarsom, sigur hann.
Hann sigur, at teir royna at vísa á lívsviðurskifti og kenslur umvegis teirra tónleik.
Vilja framføra meira
Norðurlandahúsið var karmur um fyrstu stóru framførslu teirra, og í summar verða teir at hoyra í Gøtu til ársins G! Festival.