Rósa Samuelsen givið skeivar upplýsingar?

Verða 6 røktarpláss í Eysturoy niðurløgd vegna sparingar, hevur Rósa Samuelsen landstýriskvinna givið løgtinginum skeivar upplýsingar

Nú hómast ein loysn viðvíkjandi røktarheimsplássunum í Suðuroynni, meðan tey 6 røktarheimsplássini í Eysturoynni verða niðurløgd, ella sagt við øðrum orðum spard burtur.
Tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru í Løgtinginum mikudagin, hevði Hans Pauli Strøm løgtingsmaður ein fyrispurning til løgmann. Hans Pauli veitraði við einum skjali, sum hann segði var ein avtala millum samgonguflokkarnar, at broytingarnar í Suðuroynni skuldu gerast stigvíst og harvið tryggja, at starvsfólk ikki blivu søgd úr starvi.
Løgmaður tók samanum og segði, at sjálvsagt skuldu gjørdar avtalur haldast. Hervið taki eg sum givið, at trupuleikin við spariætlanunum á eldraøkinum í Suðuroy, fáa eina virðiliga loysn.
Á nevnda tingfundi spurdi eg Rósu Samuelsen, um hon ikki hevði givið mær skeivar upplýsingar, tá hon í svari til fyrispurning greiddi frá, at eldratænastan eftir umleggingina í Eysturoynni frá røktarplássum til sambýlispláss ikki bleiv verri.
Verðuleikin er, at hoyringskriv til uppsagnir eru sendar starvsfólkunum sum verða rakt, nú tey seks røktarplássini í Eysturoynni eftir ætlan verða niðurløgd. Landstýriskvinnan heldur fast við avgerðina, hóast stýrið fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim saman við øllum borgarstjórunum í Eysturoynni staðiliga hava mótmælt, tí endaliga úrslitið verður, at 6 færri røktarpláss verða eftir í Eysturoynni, har fleiri enn 100 fólk standa á bíðilista.
Landstýriskvinnan hevur fyrr sagt, at spariætlanin varð send til hoyringar, og tá ongin svaraði gekk hon út frá, at undirtøka var fyri ætlanini. Tí er mín niðurstøða, at Sambandsflokkurin, sum hevur fýra tingfólk ella helmingin av tingmanningini úr Eysturoynni, Alfred Olsen, Helgi Abrahamsen, Edvá Jacobsen og Edmund Joensen, stuðla ætlanunum hjá Rósu niðurleggja 6 røktarpláss.
Sama er galdandi fyri Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.
Verðuleikin er, at hoyringskriv til uppsagnir eru sendar starvsfólkunum sum verða rakt, nú tey seks røktarplássini í Eysturoynni eftir ætlan verða niðurløgd. Landstýriskvinnan heldur fast við avgerðina, hóast stýrið fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim saman við øllum borgarstjórunum í Eysturoynni hava mótmælt hesi skilaleysu avgerð.
Borgarstjórin í Eysturkommunu hevur fráboðað, at teir ikki meta seg at hava umstøður at átaka sær størri útreiðslur til rakstur á eldraøkinum, tí teir eru tann kommunan í landinum, ið fyri hvønn íbúgva, hevur gjørt størstu íløgur til røktar og sambýlispláss. Tí er tað ikki Eysturkommuna sum eigur “Svartaper”.
Avgerðarrættin hevur ongin annar uttan Rósa Samuelsen og ABC-samgongan. Tí mugu tit eisini vísa ábyrgd og sjálvi taka avleiðingarnar.