Ætlanin var upprunaliga, at uppskot til føroyska grundlóg skuldi liggja klárt á summri 2000. Men arbeiðið at smíða lógargrundarlagið undir øllum hinum landsins lógum, vísti seg at vera meira umfatandi enn tann tíðin, sum varð sett av til arbeiðið.
Tíðarfreistin fyri grundlógaruppskotið varð tí útsett eitt gott ár, men heldur ikki tá varð grundlógaruppskotið liðugt.
Høgni Hoydal, løgmálaráðharri, ásannar, at fyrsti tíðarkarmurin fyri grundlógararbeiðið var knappur, men heldur fast um, at tað hevði borið til at fingið eina føroyska grundlóg klára til tíðina, um so var, at fólkaatkvøða um føroyskt fullveldi var sum ætlað í farna valskeiði.
- Tá hevði viljin verið til staðar at fingið arbeiðið gjørt. Tað sigur seg sjálvt, at tá einki trýst er á fyri at fáa eitt slíkt arbeiðið liðugt til eina ávísa tíðarfreist, so tekur arbeiðið altíð longri tíð, sigur Høgni Hoydal, løgmálaráðharri.
Nú arbeiðir løgmálaráðharrin við at fáa sett gongd á aftur arbeiðið at smíða eina føroyska grundlóg, eftir at alt hevur ligið stilt í eina tíð. Formaðurin fyri grundlógarnevndina, Jóan Pauli Joensen, er biðin um at halda fram í formanssessinum, og nú verður arbeitt við at útvega nevndini betri arbeiðsumstøður og at broyta mannagongdir, soleiðis at arbeiðið kann glíða lættari.
Ongan skund
Sum er metir løgmálaráðharrin ikki, at grundlógararbeiðið hevur nakað at skunda sær til.
- Í løtuni er eingin meiriluti í tinginum fyri at hava eina fólkaatkvøðu um fullveldi. Tí hevur grundlógararbeiðið ongan skund. Men grundlógararbeiðið eigur ikki at steðga av teirri orsøk. Nú mugu vit heldur brúka tíðina til at fáa innihaldið í grundlógini út til almennar hoyringar, sigur Høgni Hoydal.
Ein stórur partur av uppskotinum til føroyska grundlóg er longu skrivaður, og hendan partin vil løgmálaráðharrin hava út til hoyringar beinanvegin.
Í hesum sambandi hevur hann tikið stig til at fyrireika eina almenna ráðstevnu um grundlógina, har ætlanin er at meinigi maðurin skal sleppa at siga sína hugsan um landsins grundleggjandi lóggávu. Ráðstevnan verður eftir ætlan í heyst.