Ráðstevna um íslendsk og føroysk viðurskifti

   

Heimspekideild Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri ráðstevnu, Frændafundi, í Reykjavík 19. og 20. juni í 2004, hini fimtu, sum hesir stovnar halda í felag. Á ráðstevnuni verður røtt um ymisk evni, sum viðvíkja Føroyum og Íslandi. Meginparturin av fyrilestrun-um, sum verða fluttir á ráðstevnuni, hevur støði í rannsóknum, sum granskarar í báðum londunum hvør í sínum lagi fáast við.
Harafturat verða granskarar bodnir at bjóða fram fyrilestrar um evni, sum viðvíkja londunum báðum. Føroyingar halda fyrilestur á føroyskum og íslendingar á íslendskum. Hvør fyrilestur varir um 20 minuttir.
Við hesum verður lýst eftir tilboðum um at halda fyrilestrar á ráðstevnuni. Tey, sum áhuga hava, verða biðin um at lata frá sær stuttan samandrátt av fyrilestri sínum.
Teir granskarar, sum longu nú eru bidnir at halda fyrilestrar, eru:
Um framtøku í landbúnaði: Jónas Jónasson, fyrrverandi búnaðarmálastjóri (Ísland) og Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur (Føroyar).
Um framtøku í sjóvinnu: Jón Þ. Þór, fyristøðumaður Rannsóknaseturs fyri sjóvinnu-søgu (Ísland) og Jóan Pauli Joensen, professari (Føroyar).
Um framtøku í ávísum landslutum seinastu árini: Unnur Dís Skaptadóttir, dosentur í mannfrøði á Háskóla Íslands (Ísland) og Gestur Hovgaard, ph.d. (Føroyar).
Um søguna hjá sertrúar-samkomum: Pétur Pétursson, professari í gudfrøði við Háskóla Íslands (Ísland) og Poul F. Guttesen, ph.d.-lesandi (Føroyar).
Um árin frá fleirtjóða hugmyndastevnum frá upplýsingarøld til fyrst í 20. øld: Ingi Sigurðsson, professari (Ísland) og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur (Føroyar).
Føroyar og føroyingar í íslendskum bókmentum: Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur. Ísland og íslendingar í føroyskum bókmentum: Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur.
Í fyrilestrunum verður dentur lagdur á samanburð millum íslendsk og føroysk viðurskifti.
Tilboð um fyrilestrar skulu verða latin Anfinni Johansen, Fróðskaparsetur Føroya, postsmoga 272, 110 Tórshavn, teldupostur: [email protected], í seinasta lagi 1. september 2003.