Rættarkensla og meirnýtsla á almanna- og heilsuøkinum

Dimmalætting setir í odda­grein síðsta vikuskifti spurnartekin við um Før­oy­ar eru eitt rættarsam­felag. Ført verður fram, at um fylgjan av niðurstøðuni hjá Landsstýrismála­nevnd­ini ikki verður, at lands­stýrismaðurin í heilsu­mál­um verður koyrdur til hús beinanvegin, so skaðar hetta føroysku rættar­kensluna.

Hetta sama sjónarmið er eisini ført fram av and­støðuni í Løgtinginum. Tað er tó væl skilligt at and­støðan roynir at sáða iva um virksemi, trúvirði og hegni hjá landsstýrinum.

Men tað er óheppi at almenningurin situr eftir við eini fatan av, at nakað óreiðiligt er farið fram hesa tíðina meðan eg havi sitið sum landsstýrismaður. Tí vil eg koma við mínum viðmerkingum til málið.

 

Løgtingið góðkennir ársroknskapin

Málið byrjaði í mars við at Torbjørn Jacobsen, løg­tings­maður fyri Tjóðveldi, sendi eina kæru til Lands­stýrismálanevndina um meirnýtsluna á grein 8, almanna- og heilsumál, tey seinastu 4 árini.

Fólk skulu minnast til, at á hvørjum ári viðgerð Løgtingið ársroknskapin fyri undanfarna ár. Í tí sam­bandi hevur Lands­grannskoðanin skrivað eina gjølla frágreiðing um øll frávik millum játtan og nýtslu á hvørji einastu konto á fíggjarlógini. Stovnar og aðalráð hava verið við til at framleitt hetta tilfarið, sum Løgting­ið síðani hevur tikið støðu til, tá ið ársroknskapurin endaliga verður góðkendur.

Allar játtanir, sum Løg­tingið hevur ásett, skulu haldast. Hetta er tann greiði boðskapurin, sum allir stovnsleiðarar hava fingið og sum eg veit, at teir eisini gera sítt allar besta fyri at røkka. Men tað kunnu verða serligar orsøkir, sum gera seg galdandi, at játtanin ikki heldur. Tað kunnu verða metingar, sum ikki hava hildið ella serstøk viður­skifti, sum stovnsleiðsl­urnar ikki hava kunnað forútsæð, t.d. óvæntaðar príshækkanir, óvanligur tørvur, serstøk starvsfólka­viðurskifti ella líknandi.

Almanna- og heilsuøkið umsitur veitingar og tæn­astur til tey allar veikastu í okkara samfelagið. Tað er sjáldan møguligt at gera broytingar innan hesi øki í eini knappari vending, uttan at hetta fær vítt­fevndar fylgir fyri manna­lagnur. Í frágreiðingunum, sum Løgtingið hevur fingið frá Landsgrann­skoðanini, eru hesi viður­skiftini nærri greinaði.

 

Meirnýtsla ein generellur trupulleiki á øllum málsøkjum

Endamálið við at vísa á, at meirnýtslan á grein 8 ikki hevur verið størri enn á øðrum greinum á fíggjar­lógini, er ikki fyri at koma við undanførslum. Enda­málið hevur einans verið at seta meirnýtsluna á grein 8 í ta samlaðu heildina, og vísa á at trupulleikin er tann sami innan øll øki á fíggjarlógini. Tá hugsað verður um, hvat grein 8 viðvíkur, so er hetta kanska at undrast yvir. Men soleiðis er tað.

Grein 8 hevur havt meiri enn helvtini av fíggjar­lógini, og hevur verið nógv tað størsta einstaka máls­økið hjá nøkrum lands­stýrismanni. Tað er tí eyð­vitað, at landsstýrismað­urin, sum fyrisitur hesa greinina á fíggjarlógini, hevur fingið størri upp­merksemi í mun til onnur øki.

 

Talva 1 vísir upplýsingar úr leiðslukunningar­skip­anini fyri tíðarskeiðið 2005-2008.

 

Sum tað framgongur av talvuni omanfyri hevur meirnýtslan á § 8 verið lutfalsliga lægri enn á øðrum greinum á fíggjar­lógini. Grein 8 hevði 52% av samlaðu fíggjarlógini men 50% av tí samlaðu meirnýtsluni.

Í 2007 var meirnýtslan serliga stór innan heilsu­øki. Orsøkin til hetta var m.a., at tá var løgtingsval útskrivað fyrst í desember mánaði og ein eykajáttan, sum lá til viðgerðar í Fíggjarnevndini datt burtur. Hon var upp á íalt 24,3 mió.kr.

Verður hugt at meir­nýtsl­uni á fíggjarlógini árini 1997-2008, so sæst á strikumyndini (mynd 2), at meir­nýtslan hevur ligið millum 0,5 til 3 prosent. Tað framgongur eisini, at procentvísa meirnýtslan í 2007 og 2008 hevur verið lutfalsliga hægri enn frá 2000 til 2006. Men tað er ikki innan almanna- og heilsuøkið at nýtslan hevur verið størri enn á øðrum økjum.

Fleiri eykajáttanir eru heldur ikki játtaðar til § 8 í mun til aðrar greinar á fíggjarlógini. Í tíðarskeið­inum 2005 til 2008 er lutfalsligi parturin til § 8 í alt 36% av teimum saml­aðu eykajáttanunum, hóast § 8 í sama tíðarskeiðið hevur haft umleið 52% av samlaðu fíggjarlógini. Tølini eru tikin úr leiðslu­kunningarskipanini. Talva 3.

 

Tað sum her er skrivað, er ikki ein undanførsla fyri at afturvísa at meirnýtsla hevur verið.

Men tá ið Dimmalætting setur spurnartekin við um Føroyar eru eitt rættar­sam­felag, so er tað eisini týdningarmikið at vísa á, at ein meginregla í rættar­samfelagnum er, at øll eru líka fyri lógini. Rætturin má verða tann sami fyri Hans Paula Strøm, sum fyri onnur sum hava sitið við ábyrgd hesi árini.