Sálarlig heilsa hevur í longri tíð staðið í skugganum av hjarta- og æðrasjúkum, krabbameini og øðrum álvarsligum sjúkum, men seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt at fólk fáa viðgerð fyri tunglyndi.
Kanningar í USA vísa, at umleið 40 prosent av monnum í aldrinum 40-60 ár, sum koma í mannligu skiftisárini, ofta fáa trupulleikar av ymiskum slagi, sum t.d. við kynslívinum, teir eru troyttir, tunglyntir, smásárir, snarsintir, og lagið er ógvuliga upp og niður.
Ímyndin av tunglyndi sum ein vekleiki er nógv útbreitt. Ein rættur maður verður ikki tunglyntur, hann eigur at vera sterkur og hava alt undir kontroll. Tí verða menn ofta skelkaðir, tá teir fá eina depressión. Teir eru eisini nógv seinni um at søkja sær hjálp enn kvinnur. Tað vísir seg ofta, at tað eru kvinnurnar, sum reagera upp á, at maðurin ella starvsfelagin t.d. broytur persónligheit.
Av tí at avnoktan er ein av mest grundleggjandi verjumekanismum hjá okkum menniskjum, er tað av stórum týdningi at familjan ella læknin ger nakað við trupulleikan. Serliga tí at flestu menn ikki taka støðuna í álvara fyrr enn onkur persónur, sum teir veruliga hava virðing fyri og hava álit á, noyður teir at søkja sær hjálp.
Kvinnur og menn eru ikki eins, og tað sama er galdandi viðvíkjandi tunglyndi.
*Kvinnur halda ofta sínar kenslur fyri seg sjálvan, meðan menn hava lyndi til at rasa út, tá teir eru strongdir.
*Kvinnur taka ofta skuldina fyri sína depressión upp á seg sjálvar, meðan menn geva øðrum skuldina.
*Meðan kvinnur ofta verða apatiskar og føla seg keddar og virðisleysar, verða menn snarsintir og smásárir.
*Kvinnur royna at umgangast ósemjur og uppgerðir, meðan menn ofta síggja út til at skapa ósemjur og eru áleypandi og illgrunasamir.
*Tunglyntir menn sova ofta lítið og eru friðleysir, meðan kvinnur sova nógv og verða líkasælar.
*Meðan kvinnur verða meira bangnar fyri at spenna seg út og fáa succes, vilja menninir verða bestir og eru bangnir fyri ikki at verða góðir nokk.
*Kvinnur halda ofta at støðan verður betri, um tær verða ein betri partnari, vinur ella starvsfelagi, meðan menn halda at trupulleikin tvørturímoti er partnarin, vinirnir ella starvsfelagarnir.
*Ofta royna tunglynt fólk at viðgera seg sjálvi. Kvinnur nýta t.d. ofta mat, vinir og kærleika fyri at hjálpa upp á vánaligu støðuna, meðan menn ofta nýta alkohol, sjónvarp ella ítrótt.
*Eitt sereyðkenni fyri menn er, at teir ofta nokta fyri at tosa um sínar trupulleikar, fyri at vísa at teir hava tamarhald á støðuni.
Sjálvandi er tað ikki so svart/hvítt og so einkult at seta menn og kvinnur soleiðis í bás, tí tað kann eisini vera øvugt.
Tað eru nógvir mátar at hjálpa einum tunglyntum persóni sum t.d. kropsligur aktivitetur, betri konkakt við sínar kenslur, sálarlig terapi, bæði sum einstakligar og saman við øðrum. Eisini mugu tey t.d. læra at endurskapa samfelagið tey høvdu við onnur ella ongantíð hava havt, og læra at góðtaka seg sjálvan, sum ein nú einaferð er.
Eingin ivi um at tunglyndi er ein sjúka, sum kann koma av ymisum orsøkum og er ikki tekin um veikleika. Tunglyndi kemur lutfalsliga ofta fyri og rakar nógv fólk onkuntíð í lívinum.
Kelda: Sunnhetsbladet