Rættleiðing til John Johannesen

John Johannesen er enn eina ferð úti við søguni um, at Javnaðarflokkurin sum einasti flokkur hevur noktað fyri, at USA í stríð við viljan hjá ST skuldi brúka føroyskt loftrúm í sambandi við náðileyst álop á Irak

John Johannesen vísir á, at Andrias Petersen, ikki tók undir við, at loyvið hjá amerikanskum stríðsflogførum verður givið treytaleyst, men mælti til, at málið um álop á Irak fyrst skuldi roynast í ST høpi.

Tað er rætt, at Andreas Petersen orðaði seg soleiðis, men at Javnaðarflokkurin var einasti flokkur, ið mótmælti nýtslu av føroyskum loftrúmi til slíkt endamál, er tann reini heilaspuni.

John Johannesen vísir síðani á, at støðan hjá Hergeiri Nielsen og harvið Tjóðveldisflokkinum til álvarsmálið var ongin.

Hesi tíðindi hansara eru tíbetur ikki nær í námind av veruleikanum.

Í brævinum frá mær til løgmann um hesi viðurskifti stóð ma. soleiðis: "Ein minniluti Hergeir Nielsen vísir á, at soleiðis sum málið er lýst, fáa vit føroyingar einki innlit í tey átøk, ið ætlast at fara fram í føroyskum loftrúmi.

 

Upplýst verður, at talan verður um flúgving við vandamiklum góðsi, og í hesum sambandi er eingin tilbúgvingarskipan tøk, um nakar vandi skuldi tikið seg upp.

 

Vísandi til løgtingssamtyktirnar um uttanveltaðu støðu Føroya og til almennu ætlan Føroya um at tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føringar heldur minnilutin, at málið ikki er búgvið at taka støðu til.

 

Minnilutin mælir løgmanni til sum skjótast at tryggja okkum fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál eftir greiðum reglum og harafturat at taka almennu støðu Føroya sum partur av vesturheiminum og sum partur av Nato upp til viðgerðar beinanvegin."

 

Spell, at John Johannesen enn eina ferð varpar út, at eg onga støðu hevði í hesum máli.

Hví hann timir at fara út við eini snaring av hesum viðurskiftum, sum eru almenninginum tøk á heimasíðu tingsins, skilji eg ikki.

Í fleiri umførum havi eg eisini í uttanlandsnevndini mótmælt flutningi av fangum í føroyskum loftrúmi.

Gunatanamolegan verður nú afturlatin, og longu nú síggjast í fjølmiðlunum fangar og fangavørðar teirra saman siga frá ræðuleikunum, har hava verið.

Har fangar vóru píndir til at viðganga brotsverk, teir ikki høvdu gjørt, og síðani vóru avrættaðir uttan rættargang.

Vit sleppa ongantíð undan ábyrgdini av, at flutningur av hesum fangum eisini fór fram í lofthavinum yvir Norðurhøvum, og eiga tí framhaldandi at stríðast fyri, at tað lofthavið, vit varða av, ikki verður misbrúkt til tílík endamál aftur.

Famjinsskjalið, sum tann samgongan setti sítt álit á, gav púrt einki innlit í hesi viðurskifti, og fara vit í Tjóðveldi tí framvegis at mæla til at taka hesi og onnur føroysk viðurskifti á føroyskar hendur.