Einki er at ivast í, at tá vóru mong mistøk gjørd, men hetta hevur eisini í ein ávísan mun skuggað fyri teimum røttu avgerðum, sum tiknar vóru í hesum árum.
Tað var rætt at satsa upp á útbygging av undirstøðukervinum, so at vit fingu vegir millum bygdir og tunlar. Somuleiðis var tað rætt at fara undir at gera Vesturtunnilin uttan tunnilsgjald.
Tíverri støðgaði danska stjórnin hesum skilagóða tiltaki, og tá vit í nitiárunum fóru undir at gera Vesturtunnilin, varð skipanin tann, at vit áløgdu teimum, sum skulu nýta hann, eitt ávíst nýtslugjald.
Hetta er ein tápulig skipan, tí hon ger, at nøkur aftra seg við at nýta tunnilin, og samfelagið fær tí ikki so nógv gagn burtur úr hesi veldugu íløgu, sum tað annars hevði borið til at fingið.
Lítið batnaði tá vit gjørdu Norðurtunnilin. Vit fáa eisini ov lítið burtur úr hesi íløguni.
Nú er so eitt landsstýri aftur av sama slag, sum í áttatiárunum tók eina rætta avgerð í hesum máli. Nú er tí møguleiki fyri at fáa hetta málið upp á beint.
Neyðugt er at broyta ta avgerð, sum tikin var í sambandi við Vestur- og Norðurtunlarnar, og at brúkaragjaldið verður avtikið fyri tey sum nýta hesar farleiðir.
Tað sum letur upp fyri hesum møguleika er at løgtingið hevur samtykt at vit skulu gera Suðurtunnilin. Har kann ein og hvør síggja, at tann frymil, sum higartil hevur verið brúktur, ikki er nýtiligur. Íløgan verður stór, og skulu vit hava brúkaragjald, fara vit at fáa nógv ov lítið burturúr.
Við at avtaka ta ferðsluforðing, sum tunnilsgjaldið er, fara vit at fáa stóran vinning av teimum íløgunum, vit gera. Hetta er ikki bert fyri tey sum búgva handan Vestur-, Norður- og Suðurtunnilin, men eisini fyri øll tey, sum búgva í miðøkinum og hava ein bil!