Tað er heimasíðan hjá Inter Milan, ið kunngerð tíðindini.
- Inter Milan vil fegin takka Rafael Benitez fyri hansara arbeiði í at leiða liðið til sigurs í italsku Super Cup og heimsmeistarakappingini fyri lið, stendur millum at lesa á heimasíðuni.
Inter Milan vann í fjør ?The Treble? við José Mourinho á odda. Hann valdi í summar at skifta til spanska Real Madrid, meðan Rafael Benitez tók yvir eftir Mourinho. Inter liggur nummar sjey í Seria A.