Rafik aftur á Skálafjørðinum

Eysturoyingar fáa nú aftur møguleikan at keypa pitsur, shawarma og annan grillmat frá Rafik.

Eysturoyingar fáa nú aftur møguleikan at keypa pitsur, shawarma og annan grillmat frá einum av meira kendu matstovueigarunum í økinum.


Feðgarnir Rafik og David Bourbiaa lata nevniliga í dag upp nýtt matstað á Glyvrum, sum hevur fingið navnið “Hjá Rafik”. Nýggja matstaðið fer at selja bæði pizza, shawarma og allan grillmat.


Rafik Bourbiaa, sum er ættaður úr Tunesia, men sum hevur búð í Føroyum í skjótt 30 ár, hevur nógvar royndir við at reka matstøð. Mest kendur er hann fyri matstaðið “Rafiksa”, ið hann átti og rak í Saltangará í meira enn 20 ár. Eisini hevur hann havt matstað í Havn í nøkur ár.


Saman við soni sínum, David Bourbiaa, letur Rafik Bourbiaa í dag upp matstað á Glyvrum, ið liggur millum skúlan og missjónshúsið. Her fara teir báðir at selja pizza, shawarma og allan vanligan grillmat.