Ragnar Nielsen er rakstrarleiðari

Maðurin er 36 ára gamal og lærdi til maskinsmið hjá FJM í Runavík. Síðan er hann vorðin útbúgvin byggifrøðingur og kloakkmeistari.

Í morgun byrjaði oyndfirðingurin, Ragnar Nielsen, í starvi sum rakstrarleiðari á vegadeildini hjá Runavíkar kommunu.

 

- Vegadeildin varð fyri góðum ári síðan skipað sum sjálvstøðugur partur í tøkniliga partinum hjá kommununi. Rakstrarleiðarin hevur harvið ábyrgdina av og ræði yvir øllum, tí sum fyriferst uttanvert býráðshúsini.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at rakstrarleiðarin kortini er partur av teknisku deildini hjá kommununi og "refererar" tískil til býarverkfrøðingin og borgarstjóran.

 

Ragnar Nielsen er 36 ára gamal og lærdi til maskinsmið hjá FJM í Runavík. Síðan er hann vorðin útbúgvin byggifrøðingur og kloakkmeistari.

 

- Hann hevur arbeitt hjá Articon og Renovent í Føroyum, og uttanlands hevur hann verið í starvi hjá Per Aarsleff A/S, og har var hann partur av verkætlanum í Danmark, Noregi og Póllandi.

 

Lagt verður aftrat, at starvsstaðið hjá rakstrarleiðaranum á vegadeildini hjá Runavíkar kommunu verður á Lambareiði, har vegadeildin hevur hildið til í mong ár.