Ragnvaldur svimur um gull

Ragnvaldur Jensen hevur svomið seg í finaluna í morgun í 50 metur frí, meðan Kristian Martin Garðalíð hevur kappast fyri seg í Global Games í Kekkia í hesum døgum

Seinnapartin í dag skal Ragnvaldur Jensen svimja finaluna í 50 metur frí. Í innleiðandi umfarinum lá hann nummar fýra. Sambært Hallu Weihe Reinert, ítróttarráðgeva, ið er við á túrinum, hevur Ragnvaldur Jensen møguleika at vinna heiðursmerki.

– Fyrr í ár hevur hann svomið somu tíð, sum teir beint frammanfyri hann gjørdu í dag, so tað ber til, sigur hon. Ragnvaldur Jensen hevði tíðina 27.27 í morgun, meðan hinir høvdu tíðina 26.98.


Svam til persónligt met

Týsdagin var Ragnvaldur eisini í hylinum. Tá svam hann 50 metur bringu við tíðini 34.40, sum er ájavnt persónliga met hansara. Henda tíðin rakk eisini til eitt fjórða pláss, og tað merkir so, at Ragnvaldur Jensen er fjórði skjótasti bringusvimjari við menningartarni í heiminum.

Mikudagin gekk tó minni væl hjá honum. Hann svam 200 metur bringu og endaði á níggjunda plássi við tíðini 2.57.4, ið er fýra sekund frá hansara persónliga meti.


Kristian Martin setti persónligt met

Kristian Martin Garðalíð hevur bøtt sína tíð í 200 metrum renning við tveimum sekundum.

Mikudagurin royndist enn betri hjá Kristian Martini, tí tá tók hann heildi 20 sekund av sínum meti í 1500 metra renning, umframt at hann leyp ein hálvan metur longri enn hann plagar, tá hann royndi seg í longdarlopi og leyp 4,55 metrar.

Hjá Kristian Martini gekk sum heild væl. Allarhelst hava nervar spælt inn hjá honum, tí tað er ikki ein og hvør, sum klárar kravið at koma við. M.a kann nevnast, at ein av luttakarunum í frælsum ítrótti mundi klára kravið til OL, og er 5. Skjótasti rennari í Onglandi, tvs hann telist millum teir uttan brek! Tó gekk heilt væl hjá KM og og td komu heili 2 sekund av tíðini á 200 metrinum, tá hann kom á mál við tíðini 0.29.02.

Kristian Martin Garðalíð er nú liðugur at kappast á Global Games, meðan Ragnvaldur Jensen skal svimja finalu í 50 metur frí seinnapartin í dag, og í morgin er 100 metur bringa á skránni hjá honum.


FAKTA

Global Games er ein kapping fyri íðkarar við menningartarni, ið kappast á høgum stigi. Kappingin er frá 5. til 13. Juli í Kekkia. Global Games er ein samansjóðing av HM í ymiskum ítróttum, og fara luttakandi íðkararnir at luttaka í frælsum ítrótti, súkkling, kurvabólti, futsal, svimjing, borðtennis, tennis og í judo og innandura rógving. 1460 íðkarar frá 40 longum fara at luttaka.




Føroyar eru umboðaðar við tveimum íðkarum: Ragnvaldi Jensen í svimjing og Kristian Martini Garðalíð í frælsum ítrótti. Ragnvaldur hevur luttikið í ymiskum øðrum kappingum við góðum úrslitum, sum hava fingið hann millum heimsins bestu svimjarar við menningartarni. Kristian Martin er nýggjur í hesum høpi.