Real Madrid annað beinið í finaluni

Upptakt: Zinedine Zidane hevur ein greiðan boðskap til sínar spælarar móti Bayern Munchen

Í kvøld verður seinna hálvfinalan í Champions League millum Real Madrid og Bayern Munchen. Real Madrid vann fyrru hálvfinaluni í Týsklandi 2-1. Tí eru Zinedine Zidane og hansara menn ávegis í finaluna, men venjarin hevur ein greiðan boðskap.

 

- Lykilin hjá okkum er at hugsa um at vinna dystin í kvøld. Vit skulu út at skjóta eitt mál skjótast gjørligt, sigur venjarin hjá Real Madrid.

 

Bayern Munchen kom annars á odda í dystinum móti Real Madrid í farnu viku, men Real Madrid fór avstað við sigrinum við málum frá Marcelo og Marco Asensio. Eitt sindur av kritikki hevur verið av Robert Lewandowski, sum ikki hevur skorað í teimum seinastu fýra Champions League dystunum fyri Bayern Munchen.

 

- Eg stuðli honum. Allir áleyparar hava tíðarskeið, har teir ikki raka málið. Hann skoraði eina ferð fýra mál móti Real Madrid fyri Borussia Dortmund. Nú fáa vit at síggja hvat hendir hesaferð, sigur Jupp Heynckes á tíðindafundi undan dystinum í kvøld.

 

Real Madrid hevur avbjóðingar á høgra bakki, har Dani Carvajal ikki verður tøkur, meðan tað ivasamt um Isco spælir. Fyri Bayern Munchen kemur tað illa við, at Arjen Robben og Jerome Boateng framvegis eru skaddir, eftir at teir máttu av vøllinum í fyrru hálvfinaluni. Hinvegin, so eru David Alaba og Javi Martinez tøkir aftur.

 

Champions League seinna hálvfinala:

Real Madrid (2) – (1) Bayern Munchen (19.45)