22. september í 1940 søkti týskur kavbátur vestmannabátin Union Jack. Fyribils kanningar hava víst, at tað var týski U31-kavbáturin við Willfried Prellberg, kavbátaskipara, sum søkti Union Jack. Ein av manningini á Union Jack, Frederik Bláhamar, skrivaði seinni bókling um hendingina. Frederik Bláhamar hevði í dag, 16. februar 2002, verið 100 ár. Í sambandi við 100-ára dagin hjá Fredrikki hava vit verið á slóðini hjá Willfried Prellberg og familju hansara. Saman við okkum var sonur Frederik Bláhamar, Sámal Bláhamar. Sámal vildi takka Prellberg fyri, at hann lat manningina sleppa í bjargingarbátin, áðrenn hann søkti Union Jack.
Man tað bera til at hitta ein týskara í dag, sum starvaðist sum kavbátaskipari undir krígnum? Tað eru jú meira enn 55 ár liðin, síðan 2. heimsbardagi endaði, og tí er lítið sannlíkt, at menn, sum vóru tilkomnir undir krígnum, framvegis eru á lívi. Men herfyri setti eg mær fyri, saman við Sámali Bláhamar, soni Frederik Bláhamar í Vestmanna, at fara at leita eftir Willfried Prellberg, kavbátaskipara. Forsøgan er hendan.
22. september 1940, kl. 17.30
Í stýrhúsinum á Union Jack standa Viggo Dam, skipari, og Frederik Bláhamar, dekkari. Saman við hinum fimm av manningini hava teir verið í Vestmannaoyggjunum eftir ísfiski, og eru nú á veg til Skotlands at selja. Teir eru staddir miðskeiðis millum Føroyar og norðurendan á Hebridunum, Butt of Lewis. Tað er slætt í sjónum, og veðrið er av tí fagrasta. Brádliga fær Viggo Dam, skipari, eygað á eitthvørt:
- Hvat er hatta fyri eitt far beint forút um bakborð? Har hevur onki verið at sæð fyrr, og hatta er ikki langt frá okkum, heldur hann fyri við Frederik Bláhamar.
Teir verða skjótt samdir um, at hetta farið er ikki meira enn hálvan fjórðing frá teimum og hevur beina kós móti Union Jack. Ein lítil løta gongur, so síggja teir, at talan er um ein kavbát. Men teir halda samstundis, at talan man vera um ein bretskan kavbát, tí týskarar halda seg neyvan so norðarlaga.
- Teir munnu heldur vera longur til havs og lúra eftir farmaskipum, sum sigla millum Bretland og Amerika, men skilabest er kortini at purra hinar út, heldur Frederik Bláhamar.
Union Jack søktur
Teir fimm, sum eru purraðir út, eru ikki meira enn komnir á føtur, tá maskinbyrsuskotini hegla inn yvir føroyska fiskiskipið. Nú er greitt, at hetta er týskur kavbátur.
Í skundi eydnast manningini at fáa minna bjargingarbátin út, og teir rógva av øllum alvi burtur frá Union Jack. Men áðrenn teir fóru frá borði, eydnaðist teimum at kappa surringarnar á stóra lívbátinum. Tað var teirra vón, at um Union Jack varð søktur, so kundi stóri bjargingarbáturin flotna. Men hendan vónin brast skjótt, tí nú byrjaði týski kavbáturin at skjóta við kanónini. Og eitt tað fyrsta, teir raktu, var stóri bjargingarbáturin, sum fór í spønir.
Teir raka annars illa við kanónini. Ikki fyrr enn eini 25 skot eru gingin av, raka teir Union Jack so meint, at hann søkkur løtu seinni. Seinasta, teir sjey í bjargingarbátinum síggja til Union Jack, er Merkið, sum mest sum veittrar teimum farvæl og ynskir teimum góða eydnu.
Nú óttast teir sjey føroyingarnir, at teir fara at standa fyri tørni. Men tað er við frøi, at teir síggja kavbátin stevna burtur frá teimum, og eina løtu seinni hvørvur hann í havsbrúnni.
Hóast hann øtlaði veðrið til storm, og skipbrotnu føroyingarnir hvørki høvdu vátt ella turt við sær í bátin, so eydnaðist teimum 36 tímar eftir dramatiska tilburðin at vinna upp land á Flannan Isles, vestan fyri Hebridurnar. Og 9 tímar seinni ? ella 45 tímar eftir at týski kavbáturin søkti Union Jack, komu teir undir tak, og teir vóru bjargaðir.
Men hvussu mundi tað bera til, at skiparin á týska kavbátinum læt teir sleppa við lívinum? Var tað menniskjansliga medvitið, ella var tað kanska tí, at hann væntaði teir kortini ikki fara at vinna upp land, og at tað sostatt ikki var neyðugt hjá teimum eisini at søkkja bjargingarbátin?
Á slóðina
Sámal Bláhamar, sonur Frederik Bláhamar, varð borin í heim nøkur ár eftir hendingina. Og hann velur at trúgva, at tað var menniskjansliga medvitið hjá kavbátaskiparanum, ið gjørdi, at hann læt menninar sleppa. Nú vil Sámal Bláhamar fegin takka Willfried Prellberg fyri hesa vælgerðina.
- Tí, sært tú, um Prellberg valdi at gera enda á pápa mínum og hinari manningini, so var eg ikki til í dag. So eg havi veruliga nakað at takka kavbátaskiparanum fyri, sigur Sámal Bláhamar.
So verður farið á slóðina hjá týska U31-kavbátinum. Og tað er her, vit finna útav, at skipari á U-31 um tað mundið, sum Union Jack varð søktur, var Willfried Prellberg. Á alnetinum finna vit fram til nakrar týskarar, ið hava eftirnavnið Prellberg. Men ongin teirra kennist nakað við Willfried Prellberg.
Um árskiftið 2000/2001 fingu vit samband við stjóran á Jerusalem Reisen í Kiel, Rudi Graeter. Graeter er útbúgvin løgfrøðingur, og starvaðist í fleiri ár sum journalistur, áðrenn hann fór inn í ferðavinnuna. Hann verður beinanvegin bergtikin av søguni um Prellberg og Union Jack.
- Eg skal hjálpa tykkum, lovar hann.
Finnur konu Prellberg
20. februar í ár fáa vit eitt telefax úr Kiel. Avsendarin er Rudi Graeter:
"Hurra!!! Hurra!!! I have found the wife of Mr. Willfried Prellberg_"
Jú, sanniliga, nú komu vit alt nærri Prellberg-familjuni. Men tað var ikki sum at siga tað at finna frú Prellberg. Tí tað vísti seg, at Willfried Prellberg doyði í 1986, og ilt var at finna nakrar eftirkomarar. Men so var tað, at Rudi Graeter fekk samband við ein av manningini á U31, Hans Reichert. Og Reichert kundi greiða frá, at einkjan eftir Prellberg hevur ikki eftirnavnið Prellberg, men Ruck. Og tá eydnaðist at fáa samband við tað, sum eftir er av Prellberg-familjuni, nevniliga einkjuna og son hennara, ein heimskendan flogskipara innan ítróttina "kappflúgving".
Á midnátt 26. mars verður kósin sett móti Týsklandi. Í bili koyra vit frá redaksjónini í Korsør niður til Rødby, og haðani við ferju til Puttgarden í Norðurtýsklandi. Frá Puttgarden leggja vit leiðina móti Cuxhaven. Vit hava nevniliga fingið at vita frá vinmanni okkara í Kiel, Rudi Graeter, at Hans Reichert nú sigur seg onki minnast til hendingina við Union Jack. Spurningurin, vit seta okkum er, um fyrrverandi kavbátaoffiserurin hevur fingið kaldar føtur og roynir at køva leitingina, ella um hann veruliga onki minnist. Men vit vita um eitt kavbátasavn í Cuxhaven, tí royna vit tað fyrst.
Um middagsleitið týsdagin nærkast vit Cuxhaven, og við fartelefon eydnast okkum at fáa samband við savnsvørðin. Men hann er rættiliga avvísandi:
- Vit hava als ikki avgreiðslutíð fyrr enn í summar, her er stongt. Vit kunnu ikki taka ímóti tykkum, eru boðini frá savnsvørðinum
Vit royna at greiða honum frá, at vit eru komnir heilt úr Føroyum, og at tað er rættiliga umráðandi at sleppa inn á savnið. Endin er, at savnsvørðurin við ringum tannabiti biður okkum bara koma.
Sjón fyri søgn
Hurðin er læst á kavbátasavninum. Vit bíða eina løtu, og so verður latið upp. Hann er eitt sindur grískur, savnsvørðurin. Men tá vit hava sagt honum, hvørji ørindini eru, at vit leita eftir tilfari um U-31 og Willfried Prellberg, gerst hýrurin betur. Vit verða bodnir inn í eitt rúm, har veggirnir eru klæddir við ringbindum. Savnsvørðurin tekur eitt ringbind fram og leggur tað á borðið framman fyri okkum. Hetta eru allar upplýsingar um U31 ? við myndum.
Tá vit hava leitað eina løtu í ringbindinum, detta vit fram á eitt áhugavert skjal. Skjalið greiðir frá, hvørji skip U-31 søkti undir krígnum. Miðskeiðis í skjalinum stendur:
"Nach Bergung stellte U-31 im Juli 1940 unter Kapitanleutnant Prellberg zum zweiten Male in Dienst. Am 22. September 1940 versenkte U-31 bei Butt of Lewis mit Artillerie den kleinen britischen Drifter "Union Jack" (81 BRT)."
Her hava vit sostatt prógvið um, at tað var U-31 við Willfried Prellberg, skipara, ið søkti Union Jack. Men vit vistu onki um, at manningin á týska kavbátinum helt Union Jack vera enskt skip. Ivaleyst var tað navnið Union Jack, sum fekk teir at halda vestmannabátin verið enskan.
Eftir at savnsvørðurin hevur víst okkum runt á kavbátasavninum, har hann millum annað vísti okkum eina kavbátakanón av sama slagnum, sum søkti Union Jack, takka vit fyri okkum.
Hitta einkjuna
Tað er ikki sørt, at vit eru troyttir, nú vit seta kósina suðureftir móti Oldenburg. Vit hava ongan svøvn fingið í eitt samdøgur, og tá kann vera tunglynt at koyra á týska motorvegnum. Men vit eru spentir at hitta einkjuna eftir Willfried Prellberg, so vit spenna okkum út. Hon veit, at vit eru á veg, men hon heldur okkum ikki vera frammi fyrr enn eina ferð móti kvøldi.
Meðan vit koyra, fáa vit samband við Rudi Graeter. Hesin hevur aftur havt samband við fyrrverandi offiserin á U-31, Hans Reichert, sum frammanundan segði seg onki minnast til hendingina við Union Jack. Nú hevur hann leitað í skjølunum, hann hevur frá kavbátatíðini undir krígnum, og jú, tað er rætt:
- Júst um hatta mundið vóru vit staddir miðskeiðis millum Føroyar og Butt of Lewis. Men eg minnist framvegis onki til, at vit søktu handan bátin. Orsøkin til tað kann vera, at eg arbeiddi við torpedunum undir dekki, og visti tí ikki, hvat gekk fyri seg longur uppi í kavbátinum, til dømis uppi á dekkinum, sigur fyrrverandi kavbátaoffiserurin.
Reinhild Ruck býr á Mohnweg 6 í Hatten, stutt norðan fyri Oldenburg. Men tað er ikki bara sum at siga tað, at finna Mohnweg 6. Hatten er ein minni býur við einari rúgvu av býlingum. Vit spyrja okkum fyri, og verða vístir úr einum enda av býnum í hin, og so umaftur og umaftur. Men um trý-tíðina hendan dagin bankar Sámal Bláhamar á dyrnar hjá Reinhild Ruck. Hurðin verður latin upp, og har stendur hon, einkjan eftir Willfried Prellberg, maðurin, sum fyri 61 árum síðani søkti Union Jack miðskeiðis millum Hebridurnar og Føroyar.
Hon er blídlig, frú Ruck. Vit verða beinanvegin bodnir innar í hugnaliga heim hennara, og sessast. Og áðrenn vit fáa vent okkum, kemur hon við myndum og skjølum, ið stava frá kavbátatíðini hjá manni hennara. Og har fáa vit aftur prógv um, at tað var U-31 við Willfried Prellberg sum skipara, ið søkti Union Jack.
Løtu seinni koma fostursonur Prellberg og konan inn á gólvið. Stemningurin er eitt sindur løgin, tí øll eru vit greið yvir, at Willfried Prellberg var maðurin, sum gav boð um at søkkja bátin við føroysku manningini. Men alt broytist, tá Sámal Bláhamar sigur teimum frá, at hann í veruleikanum vildi takka Willfried Prellberg fyri, at hann læt pápa sín og hinar av manningini sleppa við lívinum.
Prellberg var humanur
Fostursonurin, kona hansara, og einkjan eftir Willfried Prellberg, Reinhild Ruck, eru samd, tá tey tosa um Prellberg.
- Hann var stillførur maður, og vit kenna hann bara sum ein bleytan og menniskjansligan, ja, beinleiðis humanan mann. Sjálvandi, hann hevði sítt starv at røkja undir krígnum, men vit trúgva samstundis, at hann hevur gjørt tað hann kundi, fyri at atsóknirnar við kavbátinum skuldu krevja fægst møgulig mannalív, greiða tey stillisliga frá.
Seinni um kvøldið verða vit báðir bodnir heim til fostursonin og konu hansara í Oldenburg. Her varð rættiligur veitslumatur settur á borðið, rádjórakjøt, sum fostursonurin sjálvur hevur veitt, heimagjørd tomatsúpan, og serútvalt reyðvín, sum verður mett sum eitt tað besta í øllum Týsklandi.
Morgunin eftir takka vit fyri okkum. Tað ógjørliga er veruleiki: Sonur ein av manningini á Union Jack hevur fingið avvarðandi hjá honum, sum søkti vestmannabátin, sum vinfólk.