Reinsa vatnið í Kollafirði við klor

Klor verður koyrt í vatnið fyri at basa bakteriurnar.

Fyrr í vikuni staðfesti kanningar hjá Tórshavnar kommunu, at drekkivatnið í Kollafirði var dálkað við koliformum bakterium.


Í morgun hevur kommunan gjørt nýggjar kanningar, ið staðfesta, at smáar nøgdir av koliformum bakterium enn eru í drekkivatninum.


Tískil fer man nú undir, saman við alirisan Bakkafrost, ið hevur virksemi í bygdini, at fyrireika klorering av vatninum fyri at basa trupulleikan. Tað arbeiðið byrjar í fyrsta lagi fríggjadag seinnapart.


Kommunan skrivar á síni heimasíðu, at tað ber til at drekka vatnið aftaná klor er koyrt í, men heitt verður á fólk um at kóka tað fyrst.