»Tá fíggjarlógararbeiðið fór í gongd uppi í Mentamálastýrinum. Tá var Læraraskúlin einasti stovnurin undir Mentamálastýrinum, sum ikki lat nakra fíggjarætlan inn fyri 2001.«
Soleiðis segði fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum í Sjónvarpinum týsdagin 12. juni. Tórbjørn Jacobsen metti hetta vera orsøkina til, at Læraraskúlanum brádliga tørvar pening og ikki kann taka nakran læraraflokk inn í ár.
Tórbjørn Jacobsen segði, at hetta er eitt álvarsamt mál, og at rektarin fyri Læraraskúlan, Pauli Nielsen, hevur fingið eina ávaring.
Bað um meirjáttan
Men skjøl, sum Sosialuri hevur fingið innlit í, sýna, at Pauli Nielsen er ósekur, og at ábyrgdin í staðin liggur hjá politiska myndugleikanum.
Pauli Nielsen hevur latið inn fíggjarætlan fyri 2001. Hon er latin inn tveir mánaðir ov seint; í september 2000. Men sambært rektaranum á Læraraskúlanum, er hetta í samráð við Mentamálastýrið. Sosialurin veit eisini, at fyrisitingin hevði mælt Tórbjørn Jacobsen til at hækka karmin við tí í huga, at Læraraskúlanum fór at tørva meira pening.
7. spetember í 2000 fær Mentamálastýrið fíggjarætlanina frá Læraraskúlanum. Skúlin sigur seg hava brúk fyri 675 túsund krónum meira fyri ár 2001 enn fyri árið frammanundan. Hetta orsakað av øktum lønarkarmi.
Skúgvað til viks
Fíggjarætlanin frá Læraraskúlanum var, sum embætisverkið í Mentamálastýrinum hevði roknað við. Tí skuldi ikki nógv gerast, áðrenn málið varð latið landsstýrismanninum, Tórbjørn Jacobsen.
Men Tórbjørn Jacobsen helt ikki, at Læraraskúlin skuldi fáa meira pening. Tí boðaði hann Fíggjarmálastýrinum frá, at Læraraskúlanum tørvaði somu upphædd sum í 2000.
Hetta gjørdi landsstýrismaðurin, hóast hann hevði fingið at vita frá sínum embætisverki, at skúlanum tørvaði í minsta lagi hálva millión meira enn í 2000.
Harafturat hevði landsstýrismaðurin longu á sumri í 2000 fingið at vita frá rektaranum á Læraraskúlanum, at neyðugt var við 600.000 krónum eyka til Læraraskúlan.
Í brævi dagfest 14. juli 2000 boðar Pauli Nielsen Mentamálastýrinum frá, at lønarkarmur skúlans ikki heldur fyri inniverandi ár. »Samanlagt snýr tað seg um 600.000,- kr., alt eftir hvussu umfatandi skeiðsvirksemið verður. Søkt verður ikki um hækkaða játtan. Sjálvt um játtanin er tepur, so vilja vit húsast innan fyri givna fíggjarkarmin fyri árið 2000«, skrivar Pauli Nielsen, rektari.
Hetta vil siga, at Mentamálastýrið longu í juli 2000 veit, at Læraraskúlin koyrir tungt. Men kortini vil landsstýrismaðurin ikki hækka játtanina, eins og Læraraskúlin biður um í fíggjarætlanini, og eins og fyrisiting hansara eftir øllum at døma hevur mælt honum til.
Karsten sveik
Óbroytta játtanin fyri 2001 ger, at embætisfólkini í Mentamálastýrinum longu í februar í ár fara at tosa um, at tað verður neyðugt við eykajáttan til Læraraskúlan. Eftir samskifti aftur og fram millum stýrið og skúlan koma embætisfólkini ásamt um, at rættast er at mæla landsstýrismanninum til at søkja um eykajáttan á hálva millión.
Hesaferð tók Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, undir við sínari fyrisiting, og mælti hann tí í skjali dagfest 12. februar 2001 Karsten Hansen, landsstýrismannií fíggjarmálum, til at seta hálva millión av til Læraraskúlan á fyrstu eykajáttanarlógi fyri 2001. Mentamálastýrið sigur soleiðis í grundgevingunum til Fíggjarmálastýrið:
»Í verandi skúlaári er á fyrsta sinni flokkur við fullum næmingatali á báðum útbúgvingunum á Føroya Læraraskúla. Skúlin fær ikki tikið flokk inn aftur í summar til báðar útbúgvingarnar, uttan hann fær eykajáttan. Biðið verður um eykajáttan, kr. 500.000,-, til at halda fram við neyðuga virseminum á Føroya Læraraskúla.«
Tórbjørn Jacobsen ásannaði sostatt, at játtanin rakk ikki til tað virksemið, sum var á skúlanum. Hann gjørdi hesaferð eftir bókini, og royndi eftir øllum at døma at bøta um tað mistak, hann hevði gjørt, tá hann strikaði hækkanina til Læraraskúlan í sambandi við fíggjarlógararbeiðið á heysti árið fyri.
Men landsstýrismaðurin, Karsten Hansen, sum er floksfelagið hjá landsstýrismanninum í mentamálum, vildi ikki leggja hesa játtan fyri tingið. Tá hansara uppskot kom fyri tingið, var eykajáttanin til Læraraskúlan strikað.
Heimildarloysi
Hetta merkir, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við øllum upplýsingum á borðinum hevur sýtt fyri at útvega tann pening, ið er neyðugur fyri, at Læraraskúlin kann virka. Landsstýrismaðurin hevur sotatt tilvitað sett Læraraskúlan í ta støðu, at hann antin má spreingja sína játtan við at taka næmingar inn ella halda játtanina og lata vera við at taka næmingar inn.
Og tí kann spurnartekin setast við, um ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur misrøkt sítt embæti.
Karsten Hansen hevur eisini sýtt fyri, at eitt útreiðsluneutralt fíggjarnevndarskjal, sum kann bjarga Læraraskúlanum, skal koma í fíggjarnevndina.
Avleiðingarnar eru í øllum førum, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentmálum, Tórbjørn Jacobsen, í fyrsta lagi og Karsten Hansen í øðrum lagi hava borið so í bandi, at Læraraskúlin ikki kann taka næmingar inn í ár.
Og hóast rektarin hevur gjørt sína skyldu og kunnað Mentamálastýrið um støðuna í góðari tíð, er tað hann, sum alment av politiska myndugleikanum verður lagdur undir at misrøkja sítt arbeiði.
Skjølini, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, prógva, at bæði Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen hava sagt ósatt í hesum máli. Tórbjørn hevur sagt ósatt um vantandi fíggjaræltanina, og Karsten Hansen hevur sagt ósatt, tá hann alment hevur sagt, at trupulleikin er nýggjur fyri honum.