Rembingar um Sandoyar tunnilin

Gerhard Lognberg

 

Ja, nú eru øgiligar rembingar um Sandoyartunnilin. Tað síðsta var Reidar Nónfjall, sum visti akkurát, hvat var best at gera. Jú merkiligt er, Reidar skrivar nøkur negativ orð um Sandoyartunnilin, jú so skuldi hesin stjóranna stjóri hivast í sjónvarpsstovina at spæla síni, so altíð negativu ábreiðslur út, heldur enn at tosa sítt sum hann skuldi havt nokk við. Nei Reidar, tað er tær líkamikið, um Sandoyggin fær ein tunnil ella Suðuroyggin fær betur samband, tí tú er væl bjargaður á fastlandi, stjóra størvini flúgva um oyrini á tær.

Tað, sum eg bleiv eina mest ørkymlaður av, var, tá mín góði vinur Torbjørn Jacobsen úttalaði seg negativt um Sandoyar tunnnilin, tí eg meinti at Torbjørn var verja hjá útjaðaranum og ikki minst Sandoy og Suðuroy.

Uppskotini til frama fyri útjaðaran hava flogið um oyruni á okkum. Tildømis Svínoy sum hevur hart tiltrongt samband, har var Torbjørn við uppskoti. Ein Svínoyingur skrivaði sum, at nú var bara ein bjarging fyri teimum og tað var Torbjørn. Tað var mangur maður og kvina sum høvdu tár í eygunum og søgdu, nei eingin er sum Torbjørn. Hann er harmæltur, men hjarta er á rætta stað vælsignaður.

Men Torbjørn meinti einki við uppskotini, hann hevur lagt fyri tingið um tunlar og annað gott útjaðaranum til frama, hann má hava gníggja sær í lógvan so hvørt tey fullu.

Hvat sigur Sjúrður Skaale, jú hann rósar Magna Laksafoss fyri mans mót, tí hann vil leggja bein fyri Sandoy og sostatt bløgga hana endaligt.

Men hvat segði hesin, jú hetta er meginparturin búskaparfrøðingar. Sambandsflokkurin hevði ikki brúk fyri stemmum úr Sandoynni, slíkt tvætl skal man hoyra, nei feilurin er nokk tann at hesir menn traðka asfalti á meginlandinum.

Annars var vinskapur ímillum Tórshavn og Skopun. Minnist at abbi mín Sommer fekk flaggstong og flagg til gávis frá Sigfred Skaale, tá hann fylti 60 ár, men teir eru báðir farnir foldum frá. Tað vóru abbarnir hjá okkum Sjúrður, so vítt eg veit.

Men Sjúrður, tíni úttalilsir vóru bara skemtilig, so eg veit at tú meinti ikki eitt orð av hasum tvætlinum, sum tú førdi framm í útvarpinum.

Jú mín sann um ikki Heðin D. Poulsen skrivar grein, við heitinum Gerhard Lognberg bluffar. Hann spyr hví eg ikki havi slitið samgonguna, hann er eisini onkurslags frøðingur ella kann eitt ella annað.

Um Heðin heldur at samgongan skrædnar, um Gerhard fer út so fer hann skeivur. So frætt má ein frøðingur kunna rokna út! Tín kærleiki til Sandoynna minnist eg frá teirri tíðini, tú var inni fyri Óla Breckman, so tíni krokudillu tár kann eg gott vera fyri uttan.

Men alt hetta vísur bara tann ágang, tá nakað skal gerast í Sandoy ella Skúvoy. Tá reisast teir sum sita væl, við feitum lønum, heitt og fjált, krúpa úr sínum góða skríni og argumentera so eld-neistar fúka teimum um oyrini.

Eitt prógv fyri at vit mugu ikki gera Føroyar til eitt valdømi!

Men eina hjartans tøkk skulu tit fáa, sum so mannliga hava víst aftur at steðga Sandoyartunnlinum.

Úttalilsini frá Jóannes Eidesgaard, Annfinn Kalsberg, Johan Dal og fleiri, var sum balsam fyri okkara sál í Sandoynni. Og gleðist hvørt mannsbarn í Sandoyar sýslu, fyri at hesar kempur vildu stilla seg við okkara lið, jú samgongan fer at halda orð og atkvøða tunnilin ígjøgnum og ikki siga, at í ringum tíðum hava vit ikki ráð og í góðum tíðum hitar búskapurin.

Ein Bergur skrivaði, at tað var ikki rætt at gera tunnil tí rottur koma í Sandoynna, vit skulu ikki taka allar frá tykkum, tit kunnu hava nakrar eftir hinumegin, tað kann vera ein avtala.

Hvørt mansbarn gleðir seg til tunnilin, í allari sýsluni, og er tað lív ella deyð fyri hetta økið.

Annars gleðist eg til aftur at koma í tingi at kempa fyri land og fólk og pausunum at eta piparkeks og kremkeks saman við landsins kosnum monnum og kvinnum.