Rendi á – men segði ikki frá

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Vági, sum høvdu sæð, at ein bilur, sum kom koyrandi, hevði borið við ein bil, sum stóð parkeraður uttan fyri eini hús. Løgreglan sigur, at skaðin var ógvuliga avmarkaður, men førarin á bilinum læt ikki við seg koma, sum hann annars eigur, men koyrdi víðari.

 

Hann kundi annars væl sagt frá, tí so hevði tryggindin goldið fyri skaðan, uttan at tað hevði kostað honum nakað. Tey, sum sóu tilburðin kendu ikki bilin og sostatt er enn ikki greitt, hvør tað er. Og av tí sama er tað tann, sum eigur bilin, sum fekk skaða, sum sjálvur má avgreiða hann. Og hóast tryggingin rindar, er tað heilt vanligt, at ein ein ávís sjálvsábyrgd er av skaðanum, so helst fer tað at kosa honum nakað.

 

Løgreglan fekk eisini boð um, at eldur var komin í eina grýtu á einum komfýri, men at húsfólkið fekk tveitt hana út í tún, áðrenn tað festi í.