Í samband við varmakelduna varð skipað fyri rennikapping í Fuglafirði leygardagin 30. juni.
Tey vaksnu runnu 5 km, meðan børn í skúlaaldri runnu 1 km, og børn undir skúlaaldur runnu 500 m.
Umstøðurnar at renna vóru góðar, hóast tað smáregnaði.
Kappingina hjá kvinnum vann Sunnuvá Bjarnastein úr Bragdinum við tíðini 19,45 min. Nummar tvey gjørdist Ása Poulsen ú Havn við tíðini 23,46 min, meðan Maria í Skorini Jacobsen úr Treystinum gjørdist nummar trý við tíðini
23,52 min.
Guttorm Sørensen úr Treystinum vann kappingina hjá monnum við tíðini 16,30
min. Sigurð Justinussen úr Bragdinum bleiv nummar tvey við 17,41 min. Nummar trý bleiv Cecil Weihe úr Bragdinum við tíðini 17,46 min.
Sum sæst á tíðunum hjá Sigurð og Cecil, vóru teir, eins og higartil í ár, rættiliga javnir. Teir fylgdust allan vegin, men Sigurð dróg longsta stráðið á síðsta kilometrinum.
Úrslit:
Gentur undir skúlaaldur - 500 m
1. Gunnvá Justinussen Glyvrar 7 ár 1,52 min
2. Gunnrið Fríða Joensen Klaksvík 6 ár 2,47 min
Dreingir undir skúlaaldur - 500 m
1. John Viljam Johannesen Klaksvík 6 ár 1,45 min
2. Jósvein Joensen Klaksvík 4 ár 2,07 min
3. Beinir Johannesen Klaksvík 4 ár 2,58 min
Gentur í skúlaaldri til og við 12 ár - 1 km
1. Helga Djurhuus Hoyvík 12 ár 3,41 min
2. Karina Hansen Klaksvík 12 ár 4,22 min
3. Alexandrina Jacobsen Klaksvík 11 ár 4,38 min
4. Vár Gregersen Sandavág 8 ár 5,07 min
5. Vilbjørg Johannesen Klaksvík 9 ár 5,10 min
6. Tanja Sørensen Hvannasund 7 ár 5,33 min
7. Guðrið Justinussen Bragdið 8 ár 5,47 min
Dreingir í skúlaaldri til og við 12 ár - 1 km
1. Jón Gregersen Sandavág 12 ár 3,37 min
2. Jan Elmar Sørensen Treysti 9 ár 3,57 min
3. Tummas Justinussen Bragdið 11 ár 4,19 min
4. Fróði Gregersen Sandavág 10 ár 4,37 min
5. Teitur Hansen Treysti 9 ár 4,56 min
Kvinnur - 5 km
1. Sunnuvá Bjarnastein Bragdið 1968 19,45 min
2. Ása Poulsen Tórshavn 1979 23,46 min
3. Maria í Skorini Jacobsen Treysti 1987 23,52 min
4. Brindis R. Weihe Bragdið 1968 24,31 min
Menn - 5 km
1. Guttorm Sørensen Treysti 1968 16,30 min
2. Sigurð Justinussen Bragdið 1967 17,41 min
3. Cecil Weihe Bragdið 1965 17,46 min
4. Bogi Joensen Treysti 1968 18,22 min
5. Niels Jákup Jakobsen Bragdið 1963 18,43 min
6. Sølvi R. Hansen Roysnið 1970 18,45 min